Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hugleiðingar um næstringar- og bygdarmenn, ið fórust á havinum

Innanlands, Lesarabrøv | 08/12-2019 14:00

At halga 1. november sum minningardag teirra sjólátnu er vakur siður, ið tænir tjóð okkara til sóma. Neyvan er heim í landinum, sum ikki er rakt ella eigur vinfólk, ið kenna missin og sorgina eftir ein ella fleiri, ið er farnir á sjónum.

Sum  yngstur í systkinaflokkinum fór pápi mín ikki úr barndómsheiminum. Mamma, sum var ættað úr Tjørnuvík, flutti til Eiðis og giftist inn hjá verforeldrunum á Lofti. Sum smádrongur hoyrdi eg frásøguna um Garðsbátin og vanlukkuhendingina, sum fór fram har norðuri í juni 1801.

Langabbi mín í faðirætt, Óli Ellingsgaard, bóndi í Garði, var farin til Elduvíkar eftir  nýggjum báti, sum bar navnið ”Garðsbáturin” eins og aðrir bátar undan hesum. Saman við langabba fóru hesir við honum eftir nýggja bátinum: Sonur hansara Jóan Petur, Pól í Britustovu, Andreas Dam Andreasen, ættaður úr Kollafirði. Teir komu tó ongantíð til Eiðis, men gingu burtur undir Eiðiskolli, úti við Risan og Kellingina. Eiðis Jóhannes, eisini nevndur Jóhannes á Kósini, sum misti pápan hendan dagin, segði fyri mær, at hann og ein systir sóu bátin fara vestur um Risan hendan dagin. Tey bæði høvdu verið eftir torvi. Omma mín, Súsanna á Lofti, misti tá pápan og beiggjan á sjónum sama dag.

Omma var tvær ferðir gift. Fyrri maður hennara var Jákup Pauli Samuelsen, lærari og bóndasonur á Látrinum.

Tey fingu tveir synir í stutta hjúnalagi teirra: Sámal, nevndur Sámal á Lofti, men eisini róptur gamli Sámal. Yngri beiggin Olaf, varð uppkallaður eftir abba sínum Óla bónda í Garði. Olaf gjørdist sjómaður og sigldi úti í heimi, tá ið fyrri heimsbardagi brast á.

Í lítlu stovu okkara á Lofti hingu nakrar fáar myndir. Tíðliga fingu vit at vita at vakri maðurin á  einari av myndunum var Olaf pápabeiggi, sum varð sjólátin 33 ára gamal í 1917 í St. Laurentz-flógvanum í Kanada undir fyrra heimsbardaga. Sagt varð, at skipið fórst við allari manningini.

Í Føroyum hevur verið vanligt at kalla upp forfedrar og næstrafólk, serstakliga tey, ið fórust á havinum ella av aðrari vanlukku.

Bæði Sámal pápabeiggi og pápi kallaðu Olaf, beiggja teirra upp. Olaf, sonur Sámal, sum livdu eitt langt lív, varð føddur stutt eftir, at pápabeiggi var farin.

Olaf beiggi, sum var føddur 16. juli 1947, druknaði einans 8 ára gamal í 1955.

Tí nemur minningardagur teirra sjóátnu kenslur og minnir meg á hesar av mínum, ið fórust á havinum í fýra ættarliðum:  

Langabban Óla Ellingsgaard, ommubeiggjan Jóan Petur Ellingsgaard, pápabeiggjan Olaf Samuelsen og beiggjan Olaf Poulsen.

Eg havi mangan hugsað um ommu, sum misti pápa og beiggja sama dag og 16 ár seinni son í bestu árum. Hóast hetta minnist eg ommu á Lofti sum ein ljóskveikjari í barndómsheimi mínum.

Trý ár eftir sorgarleikin við Garðsbátinum hendi onnur vanlukka á Eiði, ið rakti einkjuna eftir Andrias Dam Andreasen og heim hennara ómetiliga dygt. Hon var farin í torv í Grønunum við Eiðisvatn. Hevði við sær synirnir Niels og Georg, 9 og 11 ár. Teir fóru útí, men báðir druknaðu fyri eygunum á hjálparleysu móður síni. Sonur hennara Hans Martin, fór tá til systrina í Kvívík har hann festi búgv. Hans Martin misti fýra synir við Stella Argus í oktober 1957.

Pápi mín og Hans Martin kendust frá barnaárum. Ein dag miðskeiðis í seksti árunum bórust leiðir teirra saman aftur saman á Sólteigi í Havn. Palli, sonur Hans Martin, var granni okkara.  
   
Gud bjarga tú fólki um firðir og høv,
har mangir av okkara funnu sær grøv,
til havs hevur farið
so fagur ein skari,
hann hvílist har úti, men vaknar ein dag
og syngur frá sjónum hitt himmalska lag.

(Bernt Støylen yrkti/Gudmund Bruun týddi)

Svenning av Lofti


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi