Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra

Andøvsløtan | 08/12-2019 15:00

Dagin fyri, at Frans pávi umsíður reiv kápuna av Fernando Karadima, bispi í Santiago í Kili, sendi kilenska katólska kirkjan eina vegleiðing út á I-netið til landsins klerkar á øllum stigum um, hvussu teir kundu og ikki máttu vísa sína umsorgan fyri dreingjum og gentum í teirra varðveitslu á katólskum skúlum.

Tá hevði pávin hildið hondina yvir hesum ‘barnkáta’ Karadima, til mótmælini hoyrdust heilt til Vatikanið, so sjálvt Frans boygdi seg og gav honum sekkin.

Vegleiðingin til klerkarar á netsíðuni hjá erkibispinum í Santiago er herskin kostur at lesa. Prestar eiga ikki at nema kynslutirnar hjá børnum, ikki klappa tey á afturpartin og ikki klemma tey aftanífrá sum tekin um umsorgan og vinsemi. Prestum varð eisini álagt ikki at kyssa børn beint á munnin.

Sjálvur Ricardo Ezzati kardinalur í Santiago skrivaði undir vegleiðingina.

Pávin hevur annars úr at gera við at prædika ímóti kapitalismu (hóast hon føðir, klæðir og hýsur 100-tals miljónum av katolikkum í heimsins fátæku londum (fátæk, tí katolisisman ikki sum protestantisman skapar virði).

Pontifurin í Róm hatar eisini kol, olju og gass, hóast júst kolvetni tryggjar 85% av allari heimsins orku til framleiðslu og flutning á landi, sjógvi og luftini.

Ná, men aftur til Kili og ovastu klerkar í høvuðstaðnum Santiago: Tann dreingjaglaði klerkurin, Fernando Karadima, hevði ikki meiri enn fingið sekkin (forrestin bert fáar mánaðir eftir, at erkibispurin í Sangiago mátti skiftast út av somu pedofilu grund), so bleiv vegleiðingin hjá Ricardo Ezzati kardinali um rættan og skeivan atburð móti smádreingjum í katólsku kirkjuni tikin aftur av I-netinum og heimasíðuni hjá katólsku kirkjuni.

Sjálvt Frans pávi helt alla vegleiðingina vera eina gølu, tí hon lýsti út í æsir allar teir óvanar, ið Pávakirkjan kring heimin hevur noyðst at rinda miljardir í endurgjaldi og skaðabótum fyri til fólki, ið kirkjan hevur misbrúkt sum børn.

Syndarligt, at 100-tals miljónir av kristnum og trúgvandi katólskum hampafólki av skomm eru givin at ganga til messu og í kirkju, ikki longur vilja gjalda til kirkjuna og nú halda seg burt frá at praktisera sítt kristni.

Heiminum tørvar í dag hvønn einasta kristnan mann og kvinnu til at standa ímóti áganginum frá avkristnan, islam o. ø. av kristindómsins fíggindum. 

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi