Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Týdningarmikið at varpa ljós á ymiskleikan

Innanlands | 09/12-2019 22:00

Í røðuni hjá Bergun Kass, tá jólatræið á Hvítanesi varð tendrað, tosaði hon m.a. um týdningin at varpa ljós á ymiskleikan. Røðan hjá Bergun Kass kann lesast niðriundir:  

 Tá vit soleiðis samlast, er tað fyri at undirstrika, at vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, at vit hava brúk fyri at geva tí ans, sum er við til at mynda okkum, bæði sum einstakling, sum bygd og bý, og sum tjóð, segði Bergun.

- Soleiðis, sum eg lesi um Hvítanes, so hevur upprunin til Hvítanes verið ein ‘praktiskur foranstaltningur’, soleiðis at skilja, at amtmaðurin, og óivað fólk sum heild, hava ynskt lív á Hvítanes, fyri at tryggja sjófarleiðina til og úr Havnini.

- Tað hevur ikki altíð verið tespiligt í árabáti, bæði av Skálafjørðinum, úr Sundalagnum og av øðrum plássum. Tí hevur tað verið sera kærkomið, at lív kom á Hvítanes og at fólk var at taka ímóti, tá bátar máttu seta upp av einari ella aðrari orsøk.

- So amtmaðurin strongdi á, útvegaði lendi frá Hoyvíkingum og fekk fimm húski til Hvítanesar, fýra av teimum úr Kollafirði, og eitt úr Lamba. Hetta eru bara knapt tveyhundrað ár síðani, at fólk búsettist á Hvítanesi.

- So vit kunnu staðfesta, hvussu gott tað er við fólki, sum tekur ábyrgd, sum fær ført út í lívið og sum arbeiðir vegna fólkið.

- Sum avbygdafólk, búsitandi uppi í nýggju Hoyvíkini, um ein kann siga tað soleiðis, havi eg øvundað tykkum á Hvítanesi. Eg átti ikki familju og onga gummu her, so í so máta var eg ikki so heppin sum heimildarmaðurin Jákup Mørkøre, tá hann á 175 ára degnum hjá Hvítanesi greiðir frá, hvussu hann fekk grundøki frá gummu síni.

- Men at ‘finna útav’, at eitt av teim fimm fyrstu niðursetuhúskjunum var úr Lamba, fær meg at ivast í, um eg havi ligið sjóvarfallið av mær, um hesin strongur skuldi givið mær líknandi sømdir sum Jákupi, tí omma mín var úr Lamba.

- Tá ein er uppvaksin á bygd, er ein longsul eftir sjógvi og tí mátti, sum bæði styrkir kensluna av vetri og stormi, eins og hitar summarið, heystarkvøldini, og er sum ein spegilsmynd í stilli. Tað er líkasum at sjógvurin dregur samanum kensluliga spælið og fullfíggjar náttúrumyndina.

- Og tí vóni eg, at tað, hóast nýggja vegaføring, ber til at fjølga um bygdina og fáa til vega nýggjar búsetingar, tí hetta staðið er av sonnum ein perla.

- Og eg vóni ikki eg geri meg inn á upphavsrættin - sum nú er so viðkomandi at tosa um - í sambandi við, at menn ætlaðu at brúka ein dýran málning til urskivur, um eg láni nakrar orðingar afturat frá Jákupi Mørkøre, tí sjálv haldi eg tað ikki bila at endurtaka tað vit hava at gleðast um, og soleiðis er við Hvítanesi.

- Jákup nevnir nesið, sum um summarið er í fullum blóma og at lættliga ber til at koma út til skelsandin, sum fyrr var eitt eyðkenni fyri Hvítanes, men í dag reiðuliga lítil. Fleiri sjáldsamir vøkstir eru á nesinum – og kendast man vera sævarrossatungan við teim tjúkku bláligu bløðunum og smáu bláu blómunum. Í skelsandinum vaksa eisini ein rúgva av silvurglitrandi gásamurum við teim eyðkendu gulu blómunum.

- Og hetta er tað, sum er so serligt við okkara landi, at hóast lítið, so verða náttúrueyðkenni frá staði til stað og av nesi í nes, og tí er tað so týdningarmikið at varpa ljós á henda ymiskleika, og gera hann áhugaverdan, forvitnisligan og virðismiklan hjá okkum øllum.

- Tað er so væl umtókt við námsferðum, og serliga við námsferðum út í heim. Sjálv haldi eg, at vit í størri mun skuldu havt námsferðir her heima hjá okkum.

- Vit tosa so nógv um ferðavinnu, og vit fyrireika okkum, finna áhugaverdar leiðir og ikki minni, byrja at hugsa ferðavinnu sum búskaparlig amboð, nýggja vinnu og nýggj bein at standa á.

- Vit kunnu bæði gleðast, men eisini verða eitt sindur fjálturstungin, tí ferðavinnan kann hava neilig árin. Men eitt, sum eg haldi vit kunnu gleðast um er, at føroyingar sjálvir fingu ‘eyguni upp fyri’ okkara vøkru oyggjum og teim ótømandi møguleikum, ið eru av upplivingum, um ein hevur eyguni við sær.

- Tað vindur uppá seg við nýggjum havítrótti, at ganga fjøll er sera væl dámt, at leiga gomul hús á bygd, eins og matupplivingar úr føroyskum úrdrátti taka nýggj skap.

- Hvítanes liggur so tætt upp at Havnini, og vit eiga í størri mun at vitja staðið. Bæði børn og skúlaflokkar, vaksin og áhugafeløg sum heild. At gera túrar niðan á Hvítanes, átti at verið líka sjálvsagt, sum at gingið rossagøtur.

- Eins og Hvítanes átti at havt stóra atdráttarmegi í samband við ferðavinnu, í tann mun tit lata upp fyri tí, ‘breiða leyparan út’ ella dyrgja eftir fremmandum valuta. Fyri stórbýarmenniskju verður tað, sum vit plaga at orða okkum – “ikki betri.”

- Og nú til jólahátíðina.

- Vit standa her í stemningi millum bygd og bý og næstan á gáttini millum nítjan og tjúgu, og í samband við tað sum bindur okkum saman, og sum bindur ta kristnu tjóðina saman, jólahátíðina. Jólahátíðina, sum er okkum so kær.

- Jólini nærkast í hvørjum og tá ein eldist, tykist styttri ímillum. Vit stákast, pynta, hava veitslur, keypa klæðir og gávur og vit trívast so væl við gamlar siðir og at viðurskiftini eru í tryggari legu.

- Vit dvølja við eyðkennini – stjørnuna, krubbuna, einglarnar, friðin, tað einfalda og at barn er okkum givið.

- Til gerandis er so nógv, ið leikar á, og vit flyta jólini og hugtøk úr jólunum, so sum okkum hóvar og tá eitthvørt skal lýsast frá tí góðu síðuni.

- Vit tosa um fótbóltsstjørnur, filmsstjørnur, sangstjørnur og so framvegis. Alt samalt fyribrigdi vit síggja upp til, tráa eftir og tilbiðja.

- Hóskandi kundi verið mint á og lagt upp til, at hesi fyribrigdi rúma jólaboðskapinum, har stjørnan leiðir til Betlehemsfløtur, til friðin, tilbiðjan av barninum, takksemi og einfaldni. Eins og vit ogna okkum týdningin av jólaeinglunum og av krubbuni.

- Latið okkum fáa eini hugnalig og vælsignað jól, har vit taka okkum av hvørjum øðrum, hjálpa, har ið treingir, verða við tí góða orðinum og finna semju, har ósemja valdar.

Fari at enda við einum ørindi úr jólasálminum, sum mær dámar so sera væl.

Tað sótu seyðamenn á vakt
og goymdu sínar smalur,
alt fylgið hevði stilt seg lagt,
ei lamb í líðum spælir,
sjálvt varnir hundar durva smátt,
í dølum valdar dimma nátt,
um heimin Harrans friður.

Gleðilig jól og Guðs signing.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi