Løgreglan í skotbardaga í Miðvági
Løgreglan kom í skotbardaga við ein mann í Miðvági í gjárkvøldið. Maðurin hótti við høglbyrsu, og fólk boðaðu tí løgregluni frá. Fráboðanin til løgregluna kom kl. 18.25.
Løgreglulið vórðu send á staðið í Miðvági, og settu forðingar upp kring húsini, har maðurin var staddur. Síðani fekk løgreglan samband við avvarðandi, fyri at fáa samskifti í lag við mannin tann vegin. Samstundis var ein samráðingarmaður hjá løgregluni sendur at tosa við mannin.
Meðan løgreglan var á staðnum kring húsini, skjeyt maðurin fleiri ferðir eftir løgregluni, og ein løgreglumaður varð raktur, men ikki álvarsliga. Hetta førdi við sær, at løgreglan lat skot av móti byrsumanninum, og hann varð raktur.
Maðurin fekk tá 1. hjálp á staðnum, og varð sendur á Landssjúkrahúsið.
Tað er ógreitt, hvussu maðurin hevur tað.
Orsakað av leiklutinum hjá føroysku løgreguni í hesum málinum, er Keypmannahavnar Politi og Ríkislpolitiið komin inn í málið, upplýsir føroyska løgreglan í tíðindaskrivi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur