Námsætlanirnar verða eftirmettar
Í vár fekk Nám uppgávuna at eftirmeta námsætlanirnar fyri fólkaskúlan; eftir ætlan verður eftirmetingin liðug ímóti sumri komandi ár.
Í 2011 komu nýggjar námsætlanir við førleikamálum, men síðan er so at siga einki hent á økinum. Nú Nám hevur fingið uppgávuna at eftirmeta námsætlanirnar, skal støða takast til, um námsætlanirnar skulu dagførast, ella um tær skulu gerast eftir einum øðrum leisti, eins og gjørt er í eitt nú í Danmark og Noregi.
- Vit fara fyrst at hyggja at sjálvum bygnaðinum í námsætlanunum, og síðan hyggja vit at innihaldinum. Innihaldið í námsætlanunum er bert í ávísum førum dagført, síðan tær komu í gildi í 2011. PISA-frágreiðingin frá 2015 vísir, at tørvur er á dagførdum námsætlanum, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Námi.
Les meira í Skúlablaðnum: skulabladid.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur