Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tú ert mín eingil!

Innanlands | 15/12-2019 11:00

Vit eru í adventstíðini. Tíðin, har ferðin og skundurin er stórur heima og úti í býnum, men inni í kirkjum er kvirt og friður. Eitt adventsljós fyri og annað eftir verður tendrað, til øll fýra ljósini lýsa, tí enn bíða vit til heimsins Ljós verður borið í heim.

Og vit baka og keypa inn, tendra ljósperur og gera avtalur, hvør skal eta hvar og nær. Vit hava eina hóming um nakað sera gott, og tí royna vit okkara ítarsta við lekkrum smákøkum, vøkrum kjólum og reyðum dúkum. Vit hugsa um gávur, hvat vit skulu keypa, tí gleða vilja vit. Tað verður skjótt jól.

Í kirkjum er tann reyði liturin ikki komin fram enn, men har er liturin enn lilla. Liturin, sum sigur okkum at vit skulu hugsa, gáa um, reflektera. Miðsavna seg til hátíðina, so alt ikki bert eru kulissur ella er nakað handan leiktjøldini?

Menniskjan hevur altíð verið hugtikin av einglum – hesar verur, sum sveima onkrastaðni millum Guð og menniskjur.

Tá vit hava  fingið okkurt gott at eta, siga vit, at ”vit hoyrdu einglarnir syngja”. Onkur kann ”syngja sum ein eingil”, og verður kvirt eina løtu í stovuni, siga vit, ”at ein eingil gekk gjøgnum stovuna”. Vit  keypa ”einglafeitt” á apotekum og vit brúktu ”einglablóð”, tá vit skrivaðu skeivt, áðrenn teldurnar komu og hvør hevur ikki roynt at lagt seg niður í kavan og gjørt ein eingil og so, áðrenn mann sum barn fór í song, at standa í vindeyganum og hyggja niður á skapið av ”kavaeinglinum” og undrast?

Fótbóltsleikarar kunnu ”spæla sum einglar”, og vit kunnu keypa einglar úr glasi, pappíri og leiri, og vit seta ”einglamyndir á hunangskøkur” og pynta jóaltræið við ”einglahári”, og vit halda at børnini hjá okkum eru so fitt sum ”einglar” og stendur væl til, er makin eisini ”mín elskaði eingil”.

Orðið eingil stavar frá tí griska orðinum angelos, sum merkir sendiboð. Á hebraiskum eitur hann  malak, sum merkir ”skuggasíðan hjá Guði”.

Guðs orð og Guðs ætlan við mannaættini verður givin okkum gjøgnum hesar himmalsku boðberarar. Einglar verður sagdur at vera kærleikans boðberar millum Skaparan og tað skapta.

Einglarnir bera góð tíðindi. Gabriel kemur til Mariu og ber henni tey boð, at hon er vald at bera heimsins Frelsara.

Páskamorgun, tá Jesus reis upp, bóru lýsandi einglar kvinnunum gleðiligu tíðindi at Jesus var risin upp.

Vit síggja einglarnar, tá ein nýggj støða tekur seg upp. Tá Jesus skuldi byrja sítt virkið, var Hann freistaður at gevast, men Hann megnaði at standa ímóti, og tað stendur at ”einglar komu tá og tæntu Honum”. Í Getsemane kom ”eingil og uggaði Jesus”, tá Hann var í deyðaangist.

Einglarnir kunnu vera serafar, kerubar, tróneinglar og erkaeinglar.

Serafarnir eru í reyðum klæðum og standa tætt við trónu Guðs, meðan kerubarnir eru bláir og hvítir. Umframt veingir hava teir eina gloriu.

Glorian skal lýsa og skyggja og er tað sjónliga tekinið  fyri tí himmalska. Orðið gloria stavar frá latíni og merkir heiður.

So koma vit til erkaeinglarnir, og teir eru sjey í tali: Gabriel, Mikal, Uriel, Rafael, Ariel, Serakeal og Raguel.

Gabriel merkir Guðs styrki ella Guðs maður. Saman við Mikael er hann einasti eingil, sum verður nevndur við navni í Gamla Testamenti. Gabriel sigur hjá profetinum Dánjal, at Messias skal føðast og hann ber tíðindini til Mariu, at hon skal føða Messias.

Um Uriel er sagt, at hann er harri yvir deyðsríkinum og kennir tess loyndarmál. Tað sigst vera hann, sum bardist við Jákup á sinni.

Mikael er stóri hjálparin  og verndarin hjá fólkinum.  Hann er stóri talsmaðurin fyri rættvísini. Navnið hjá honum  merkir: Hvør er sum Guð. Heima hjá okkum kenna vit hann aftur í okkara Mikkjalsmessu. Og so er tað Rafael, sum merkir Guð lekir, og Rafael  er verndari hjá læknavísindini.

Einglarnir peika fram móti ævinleikanum. Teir blása lív í vónina um eina aðra og betri tilveru, har ongin sorg og neyð er. Og teir eru tekin um frælsi og frið.

Ein legenda sigur, at hvørt einasta menniskja hevur ein verndareingil og hann gongur aftanfyri  menniskjað alt lívið, men tá menniskjað so doyr, tá kemur  verndareingilin framum, og tá kennir tú eingilin aftur sum ein vin.

Vit lesa í Halgubók, at fólk gerast óttafull, tá tey síggja einglar, tí menniskjan hvøkkur við, tá tað himmalska ljósið nemir tað jarðiska, tí tá eru vit í einum markalandi, sum fer útum okkara vit og skil. Men við einglinum eru boðini ”óttast ikki”!

Og nú síggja vit okkara ”jarðisku einglar” allastaðni. Børn sita og klippa vinskar og skeivar og fittar einglar, vit lyfta teir varisliga úr eskjunum við okkara jólaprýði  og seta teir fram, og vit hugleiða og droyma og jólini strúka avstað, og einglarnir hjá okkum verða pakkaðir niður aftur saman við øllum hinum, tá jólini eru farin afturum.

Men kanska er alt ikki sagt við tí? Tí tað mest virðismikla sær mann við hjartanum, so lít rundanum teg, hygg eftir stjørnunum, børnunum, blómunum, menniskjunum og hvat sært tú?

Enn liva vit í okkara jarðisku tíð, har árstíðir og hátíðir koma og fara og eru tengd at okkara rúmi, tíð og stað.

So meðan vit enn eru á ferð, lat okkum so fegnast og gleðast og royna at síggja ”ein  eingil” í næstanum.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi