So er Hasfjord helst á veg í flotan- Løgtingið samtykt 10 milliónir til ferjukeyp
So er tað avgjørt, at SSL kann keypa ferjuna, sum arbeitt hevur verið við.
Jørgen Niclasen segði við KVF í gjár, at talan er um eitt skip, sum er á leið á somu stødd sum Sam, sum er bygt í 1975, eins og Sam.
SSL skal brúka ferjuna til farmaflutning um Skopunarfjørð. Av tí at talan er um keðiligt farvatn, so skal ferjan góðtakast til sigling um Skopunarfjørð.
Nakrar ábøtur skulu gerast á onkrari skipasmiðju í Føroyum ella í Norra. Tað eru krøv frá klassanum sum skulu uppfyllast.
Hendan ferjan ( myndin ) kann taka tveir vanligir trailarar samstundis. Er talan um vanligar last -ella betongbilar er pláss fyri trimum av teimum.
Um hetta er ferjan, sum sum myndin vísir, so ætlar SSL at hon bara skal sigla við farmi og ikki við vanligum persónbilum, um Skopunarfjørð.
Myndin omanfyri er av norsku ferjuni Hasfjord.
Um talan er um júst hesa ferjuna, so kunnu fleiri myndir síggjast HER.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur