Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

At senda gávur til Føroya

Innanlands | 15/12-2019 17:00

Tá ið tú sendir gávur við pakka til Føroya, kanst tú undir ávísum treytum senda tær toll- og avgjaldsfrítt.

Hvat verður roknað sum toll- og avgjaldsfríar gávusendingar?
Gávupakkar uttan vinnuligt endamál, sum verða sendir frá einum privatpersóni uttan fyri Føroyar til ein privatpersón í Føroyum, eru undantiknir tolli og avgjaldi.

Dømi um slíkar gávusendingar kunnu vera føðingardagsgávur og jólagávur. 

Virðið á gávusendingini
Gávan skal hava eitt mesta virði á kr. 700, um hon skal vera undantikin tolli og avgjaldi. Um virðið á gávuni fer upp um hesa upphædd, skal tollur og avgjald gjaldast av fulla virðinum á gávuni.

Virðisáseting
Sendari skal upplýsa veruliga virðið á gávusendingini í vøruupplýsing, sum fylgir við pakkanum.

Fylgir einki við, sum lýsir virði á pakkanum, ger TAKS eina skikkaða meting. Verður gávan mett at hava virði yvir 700 kr., so kann gevarin antin prógva tað mótsetta við kvittan, ella móttakarin kann rinda toll og avgjald av metta virðinum.

Í ivamálum er tað altíð TAKS, sum ger av, um vøran verður útflýggjað toll- og avgjaldsfrítt.

Fleiri gávur í einum pakka
Tað ber til at senda fleiri gávur í sama pakka. Tá kann hvør gáva hava eitt mesta virði á 700 kr. Sendarin upplýsir tá tal av gávum og virði av hvørjari gávu sær á vøruupplýsingini.

Hvør gáva skal vera ein samanhoyrandi eind. Tað ber til dømis ikki til at pakka einar skógvar fyri 1.400 kr. inn hvør sær, og kalla tað tvær gávur á 700 kr.

Gávur kunnu ikki innihalda rúsdrekka og tubbaksvørur
Gávur kunnu ikki innihalda rúsdrekka og tubbaksvørur, tí Rúsan hevur einkarætt at innflyta rúsdrekka, og bert vinnufyritøkur kunnu innflyta tubbaksvørur.

Meira um rúsdrekka
Keypir tú rúsdrekka á netinum úr útlondum, ella fært tú tað sendandi frá onkrum, verður tað steðgað í tollinum og fyribeint. TAKS sendir tær fráboðan um hetta.

Innflutningur av rúsdrekka er skipaður í rúsdrekkalógini. Viðkomandi í hesum sambandi er t.d. § 5, stk. 1.

Gávur keyptar á netinum
Búsitandi uttanlands kunnu senda gávur bílagdar á netinum til Føroya toll- og avgjaldsfrítt, um tær lúka treytirnar.

Búsitandi í Føroyum kunnu undir øðrum treytum keypa gávur á útlendskum nethandlum og fáa tær sendar til Føroya toll- og avgjaldsfrítt. Tey kunnu keypa vøru, her undir gávu, sum kostar 300 krónur ella minni, íroknað frakt og møguliga trygging. Sí nærri um treytirnar fyri hesum undir snarslóðum.

 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi