Dulnevndur spjaðir jólahjálp og gleði í Suðuroynni
Við tí endamáli at røkka út til so nógv fólk sum gjørligt í Suðuroynni, hevur ein dulnevndur persónur stovnað facebookvangan Loyniligi Nissuvinurin.
Og Loynilig Nissuvinurin, sum hevur nærum 800 vinir á Facebook, skrivar soleiðis um endamálið:
"Ætlanin hjá mær hevur verið at geva lítlir tankar, so sum nýbakaðar, heimagjørdar smákøkur, jólakurvar, jólaheilsur og kort "her og der" til fólk og familjur, ið hava havt eitt serliga hart ár (ella fleiri) og hava brúk fyri at fáa okkurt, ið kann vísa, at vit eru nøkur, ið hugsa um tey. At man veit, at hóast man ikki fær tikið pínuna burt, loyst trupulleikar o.a., so hugsa vit um tey og ynskja teimum eina góða og hugnaliga løtu í jólamánaðinum. Sindur ringt at forklára, men ynski er at vísa teimum, at hóast tey kenna seg einsamøll, so eru vit nøkur, ið hugsa um tey, ið hava tað torført hesa tíðina, sum annars er so hugnalig."
Heitt verður á suðuroyingar um at siga frá, um tey kenna og vita um fólk, ið hava havt eitt ella fleiri hørð ár av ymiskum orsøkum. Heitt verður eisini á fólk, sum hava hug at hjálpa til við at baka, gera jólakurvar, skrivar jólakort o.s.fr.
"Alt tað, sum verður sent til mín, verður gjørt í trúnaði - sum eitt slag av tagnarskyldu," skrivar Loyniligi Nissuvinurin, og sigur eisini at orsøkin til, at hetta er gjørt sum loyniligur nissuvinur er, at viðkomandi ikki er áhugaður í, at fólk vita, hvør hann er, tí tað er ikki tað, sum telur.
"Tað, sum tað handlar um, er at gleða onkran - at geva víðari, um man hevur tíð og orku til tað. Tí fyri meg er tað tað, sum jólatíðin snýr seg um. Komið og hjálpið mær at gleða onkran," sigur Loyniligi Nissuvinurin.
Ein dama, sum óvæntað fekk eina jólakurv frá nissuvininum, skrivaði soleiðis á Facebook í gjárskvøldið:
"Hava haft nógvar avbjóðingar tey síðstu árini. Vit hava roynt okkara besta at verða fyrimyndarlig. Í kvøld kom ein nissa við flottari kurv, við øllum góðum í, og einum jólakalendara. Vit vóru yvirraska og rørd og ikki minst tá vit lósu korti, sum var í kurvini. Táruni komu fram. Tankarnir reikaðu til tey sum høvdu latið hesa stóru gávu til okkum trý."
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











