STØRSTA VANVIRÐINGIN MÓTI SUÐUROYINGUM Í NÝGGJARI TÍÐ
Men forhánisliga aftursvarið frá honum vísir okkum enn eina ferð, at hann arbeiðir fyri seg og síni.
STØRSTA VANVIRÐINGIN MÓTI SUÐUROYINGUM Í NÝGGJARI TÍÐ
Um Suðuroyggin eigur nakran góðan í samgonguni, so vóni og vænti eg, at tey finnast at hesum útsagnunum frá landsstýrismanni teirra, sigur Bjarni Hammer í lesarabrævi í morgun. Hann vísir til aftursvarið hjá Jørgeni Niclasen um ferðakostnaðin við Smyrli sammett við kostnaðin gjøgnum Vágatunnilin.
- Landsstýrismaðurin hevur gjørt sær ómak við at finna dýrasta hátt at ferðast úr Vágum til Havnar fyri at sleppa undan lækka ferðaseðlakostnaðin fyri suðuroyingar. Hóast spurt verður, hvat tað kostar at ferðast í bili, svarar Jørgen Niclasen, hvat tað kostar at ferðast við bussi. Hann velur eisini tilvitað ikki at taka avsláttur við, hóast vit vita, at so at siga øll, sum ferðast javnan úr Vágum, fáa avsláttur, sigur Bjarni Hammer og vísir á, at fimm vaksin fólk í einum bili úr Suðuroy kunnu sleppa av keikanti til keikant fyri 463,25 krónur, um tey fáa avslátturin á 15 % og fimm fólk í einum bili kunnu ferðast fyri 20 krónur gjøgnum Vágatunnilin, um tey hava tunnilshald.
- Kortini megnaði landsstýrismaðurin við svari sínum at fáa miðlarnar at skriva yvirskriftir um, at tað er dýrari at ferðast úr Vágum enn úr Suðuroy. Misskil meg ikki – vit suðuroyingar eru fegnir um, at tað ber til at ferðast gjøgnum Vágatunnilin fyri 20 krónur. Tað gevur okkum eina vón um, at tað einaferð fer at bera til at ferðast bíliga millum oyggjarnar. Men forhánisliga aftursvarið frá landsstýrismanninum vísir okkum enn eina ferð, at Jørgen Niclasen arbeiðir fyri seg og síni, leggur Bjarni Hammer afturat.
Les alt lesarabrævið her: j.fo/…/stoersta-vanvir%C3%B0ingin-moti-su%C3%B0uroyingum-i
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur