Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ein bólkur verður diskrimineraður í ALS skipanini

Innanlands, Lesarabrøv | 08/01-2020 13:00

.....og fiskimaðurin hevur goldið bróðurpartin av inngjaldinum, men tá tað kemur til útgjald, ja, so bløðir fiskimaðurin aftur, og stendur fyri stórum vanbýti.

Tað er uttan iva uppá tíðina, at lógin um ALS útgjald kemur undir LUB og verður endurskoðað.

Tíðindi eru um, at útgjaldið skal hækka frá 75% til 80% og inngjaldið lækka, hetta grundað á sera góða likviditetin hjá ALS sum er ca 1 milliard.

Tað er nokk eingin loyna, at tann føroyski navigatørurin – meistarin, og fiskimaðurin hava goldið bróðurpartin av inngjaldinum, men tá tað kemur til útgjald, ja, so bløðir fiskimaðurin aftur, og stendur fyri stórum vanbýti.

Tann 4. decembur 2019 setti Brandur Sandoy ein § 52 spurning til landsstýrismannin í vinnumálum 4 spurningar, um útgjald til føroyskar fiskimenn. Men svarið var alt annað en nøktandi, og bendi greitt á, at verandi lóg krevur grundleggjandi broytingar.

§ 20 a. 2) Fyri fiskimenn, sum eru við fiskiskipum, sum hava veiðiloyvi sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og sum verða løgd vegna umvælingar, verður arbeiðsloysisstuðul goldin eftir 30 dagar, frá tí at skipið varð lagt, hóast setanarliga tilknýtið millum fiskimannin og reiðaríið ikki er av. Goldið verður í mesta lagi fyri 60 útgjaldsdagar. Fyri hvørjar kr. 1.000,-, sum útrokningargrundarlagið hjá fiskimanninum fer upp um upphæddina, nevnda í § 16, stk. 2, minkar útgjaldið við 0,5 prosentstigum.

Stk. 2. 2) Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð, hvørjir fiskimenn koma undir hesa reglu, og undir hvørjum treytum, hvørjar umvælingar talan skal vera um, útgjald, herundir útgjaldsdagar, útgjaldskeið, og um skipanina annars, herundir hvørjar upplýsingar skulu gevast Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar, og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o. l.

Hesin maðurin skal í fyrstu atløgu ganga í samfullar 30 dagar áðrenn hann kann sleppa inn í ALS, og tá hann hevur verið í 60 dagar, so verður fiskimaðurin koyrdur úr skipanini. Skal hann framhaldandi fáa úr skipanini, so má hann siga upp, men tá fær hann eina karantenu uppá 8 vikur also 2 mánaðir, og eftir hetta, so missir sjómaðurin sín anciennitet, t.v.s. hann missir nøkur upptjent rættindir av somu orsøk.

§ 22. 2) 4) Rætturin til útgjald fellur burtur, tá arbeiðsleysur í undanfarna 4-ára skeiði hevur fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan í 648 dagar. Men hetta er ikki galdandi fyri fiskimenn

Fiskimaðurin rindar 2,5% inn í ALS, hann rindar eisini av sínum eykaparti í skipanina, men fær útgjald uppá MAX kr. 830,- pr/dag eins og øll onnur á landið.

Hetta kann á ongan hátt verða rætt, at ein bólkur skal verða soleiðis diskrimineraður.

Eg fari staðiliga at heita á landstýrismannin í vinnumálum, Helga Abrahamsen, at koma við lógarbroytingum, sum hóskar til allar bólkar, sum rinda inn í ALS.

1. At sjómaðurin fær í minsta lagi kr. 1.100,- pr/dag samsvarandi við ásettu mynstuløn frá degi eitt.

2. Ella kr. 830,- x 1,25 – 1,50 – 2,0 alt eftir hvønn eykapart teir eru mynstraðir eftir, frá degi eitt. Hetta grundað á, at teir rinda av allari forvunnari A-inntøku.

3. At lógarkravd pensjón verður goldin afturat upphæddunum í 1. og 2. punkti, sum í dag er 6%

Annfinnur Garðalíð
Formaður


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi