Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jógvan spyr; Hví ikki eisini fortelja ta positivu søguna?

Innanlands, Lesarabrøv | 08/01-2020 09:30

Í staðin fyri at lýsa hetta objektivt og frá fleiri síðum, m.a. at greiða frá, hvussu gott hetta er fyri manningina á línuskipunum, har býtisprosentið mær vitandi er 43% , so kom enn einaferð bara ein einsporað og negativ søga um nakrar navnnevndar reiðarar! Les alt niðanfyri.

GOTT AT LÍNUMENN EISINI FÁA  :)

Tað er trist at hoyra, hvussu Kringvarpið vinklar hetta, at línuskipini nú eisini hava fingið eitt sindur av makreli í sín part.

Í staðin fyri at lýsa hetta objektivt og frá fleiri síðum, m.a. at greiða frá, hvussu gott hetta er fyri manningina á línuskipunum, har býtisprosentið mær vitandi er 43% , so kom enn einaferð bara ein einsporað og negativ søga um nakrar navnnevndar reiðarar!

Vit onnur síggja upp til hesar útgerðarmenninar og hava virðing fyri teimum. Hetta eru persónar, sum alt sítt lív í upp- og niðurgangstíðum hava roynt at havt skip siglandi, og sum hava havt dirvi og mót at satsa, og sum við hvørt hava fingið tað at borið til. Teir tóku um endan, tá ið illa stóð til! Og hesi seinastu árini hevur ligið væl fyri hjá teimum flestu, tíbetur.

Teir hava ikki gjørt tað fyri at ríka seg sjálvar upp, men fyrst og fremst fyri at skapa arbeiðspláss og við einum brennandi ynski um at gera tað liviligt hjá fólki kring um í oyggjunum!

Og ein og hvør, sum bara hyggur rundan um seg, sær úrslitið. Hann sær øll tey túsundtals arbeiðsplássini, sum eru skapt beinleiðis í fiskivinnuni og avleidd av henni: umborð á skipunum, á øllum teimum ymisku fiskavirkjunum, flaka-, uppisjóvar- og fóðurvirkjum, á skipasmiðjum og sleipistøðum, á trolvirkjum, í stórum og smáum smiðjum, el-virkjum og verkstøðum av øllum handa slag – og hetta smittar so av sær til alt annað virksemi í landinum, timburhandlar, bilhandlar og bilverkstøð, heilsølur, proviant- og matvøruhandlar, klædna- og skógvahandlar o.s.fr., o.s.fr.…. ja, vit kundu hildið leingi á!

Eingin føroyingur er arbeiðsleysur, og skattur og meirvirðsgjald fossa frá øllum hesum túsundtals arbeiðsplássunum inn í lands- og kommunukassarnar, sum síðan kunnu gera íløgur í tunlar, sjúkrahús og skúlar og halda øllum almennum virksemi gangandi!

Hava vit ikki øll fingið part av hesum ríkidøminum?

Eg fegnist um, at línumenn nú eisini fáa ein part av makrelinum! Tað fer at økja eitt sindur um teirra ársinntøku og bøta um raksturin og kanska at skapa møguleika fyri endurnýggjan hjá fleiri av skipunum! Tað hevði verið gott!

Hví ikki eisini fortelja ta positivu søguna?

Tað skrivar Jógvan á Lakjuni á facebook.
 
 
 
 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi