Myndarøð: Søguligur ferðafólkabátur sakk í Vestmanna
Fólk á staðnum siga, at tað helst er illveðrið seinastu dagarnar, sum er orsøkin, at báturin sakk.
Sløkkiliðið í Vestmanna, stórir kranar og onnur, hava síðan tíðliga í morgun arbeitt við at fáa tann stóra og søguliga ferðafólkabátin upp, sum sakk í Vestmanna, helst seinastu nátt.
Fólk á staðnum siga, at tað helst er illveðrið seinastu dagarnar, sum er orsøkin at báturin sakk.
Talan er um tann 14 tons stóra og søguliga post-ferðafólkabátin Ólavur, sum er bygdur í 1930. Ólavur er oftast nevndur postbáturin Ólavur.
Tað stóra arbeiði at fáa Ólav upp fór í gongd um 14 tíðina í dag. Um 18 tíðina í kvøld stóð tann 14 tons stóri báturin uppi á einum blokkvogni.
Sum skilst, skal báturin setast nærhendis skipasmiðjuni í Vestmanna, har hann skal kannast og helst eisini setast í stand.
Myndirnar eigur R7.fo, men myndina har Ólavur flytur í bátahylinum í Vestmanna, eigur skipalistin.fo
Fakta um Ólavur VN 138 ( skipalistin.fo )
Jógvan Hansen bygdi hann í 1930
Longd 10,94 m -Breidd 3,38 m
Bruttotons:14,24 -Nettotons:7,96
Maskina:Volvo Penta 81,25KW
Byggitilfar:Viður
Upp til høvuðsdekk1,73 m
Her er eisini ein lítil frásøgn um postfluttning í Vágum fyrr, har ferðafólka & postbáturin hevði ein leiklut:
Postfluttningur í Vágum fyrr
Frásøgn eftir Jóhan á Ørg, Sørvági (1923 – 1995)
Hendan frásøgnin snýr seg mest um fyrru helvt av 20. øld, so sum frásøgumaðurin minnist henda flutning, tá hann var ungur.
Vestmannasund
Tað fyrsta eg minnist sigldu deksbátarnir “Helgi” og seinni “Ólavur” um Vestmannasund. Maðurin, sum røkti rutuna nevndist Sam. Bilferjan “Sam”, sum nógv ár seinni sigldi um sundið, varð nevnd eftir honum. Sam og beiggi hansara, sum var eitt sindur kúlutur, plagdu at sigla úr Vestmanna og á Fútaklett og hagan á Kvívík. Av Kvívík sigldu teir aftur á Fútaklett við postinum, sum kom úr Havn. Og so var onkur úr Vágum eftir postinum, og teir sigldu so aftur á Vestmanna.
Tað var minni enn so, at teir altíð fingu lagt at á Fútakletti við “Helga” ella “Ólavi”, og tí høvdu teir bát við, sum varð sleipaður afturút. Einaferð hendi ein vanlukka, tá hesin lítli báturin hálvdist, og ein av synunum hjá Sam druknaði.
Av Fútakletti
Stóri Martin, av Vatnsoyrum, flutti postin av Fútakletti og til Sandavágs, Miðvágs og Sørvágs. Hann hevði eitt ross og innilokaðan hestavogn at føra postin við. Stóri Martin kom so sjabbandi við postinum, ofta var tað nógv og tungt. Posturin, hann flutti til Sørvágs, hoyrdi til Sørvág, Mykines, Bø, Gásadal og Slættanes. Seinni yvirtók Niklas Norði í Stovu í Sørvági postflutningin av Fútakletti, tá hann hevði fingið bil.
Skrivað av eftir bandupptøku frá ca. 1987, snikka til og sett saman: Sonni Jacobsen.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur