Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Óttin fyri Salvini heldur italsku stjórnini saman

Andøvsløtan | 12/01-2020 16:30

Politiska støðan í Italia er óbroytt tann sama nú eftir nýggjár, sum hon var, tá teir báðir stjórnarflokkarnir, ‘5-stjørnurørslan’ (M5S) og Ligan, fóru hvør til sítt í fjør summar, og ‘M5S’ óvæntað legði saman við italska Javnaðarflokkin, PD.

Skilnaðurin var harður millum tá uttanríkisharran, Matteo Salvini, leiðara í Liguni, og Giuseppe Conte, forsætisráðharran og tjóðartingsleiðara hjá M5S,.

Stjórnarleiðarin Conte helt eina torurøðu í senatinum, ovara kamari í tjóðartinginum, og hølvaði varaforsætisráðharran, Salvini, av fyri at arbeiða í sjálvdrátti. Salvini sat undir liðini á forsætisráðharranum, meðan hesin deildi:

“Salvini er ráksnúgvin og besettur av sínum útlendingapolitikki. Salvini hevur síðan byrjan av stjórnarskeiðinum virkað fanatiskt fyri at steingja italskar havnir, so eingir flóttar og sjórekar sleppa upp á land í Italia,” segði Conte.

Conte skuldsetti Salvini fyri at lifra fyri egnum veljarum, at øsa fólk upp ímóti tilflytarum, tí hann vildi nýval. Eftir skortfleingjuna endaði Conte samstarvið við Liguna og legði frá sær sum leiðari í stjórnini millum M5S og Liguna.

Tað sá út, sum Salvini hevði fingið tað, hann miðaði eftir: samgongusliti og nývali, sum hann sjálvur og Ligan ætlaðu sær at vinna, eftir at undirtøkan fyri Liguni var vaksin, tí hann ætlaði at senda 500.000 útlendingar úr landinum.

Salvini hevði tá eisini víst lítið atlit móti fíggjarpolitikkinum hjá italsku stjórnini, sum evropiskir leiðarar í Brussels mótmæltu so harðliga, at Salvini bakkaði.

Eisini M5S, nú leiddur av Luigi di Maio, agiteraði til síðsta val ímóti fleiri sjórekum úr Afrika og Miðeystri til Italia. Nú er M5S bakkað eftir trýsti úr ES.

So bangnir eru M5S og aðrir italskir flokkar fyri Liguni undir Salvini, at M5S hevur kastað saman við sínum mótparti, Javnaðarflokkinum (PD) ímóti Liguni. 5 dagar seinni valdi M5S og PD samgongan Conte aftur til forsætisráðharra.

Men mið-vinstrasamgonga hevur ikki flutt veljarar frá Liguni, ið vil sleppa av við muslimarnar. Salvini fær nú stuðul frá 34% av spurdum veljarum, líka nógv sum báðir stjórnarflokkarnir. PD fær 19%, og M5S er dottin niður í 16%.

Gongst, sum høgravend vóna, veksur Ligan nógv næsta val, ið verður, tá tað haltandi samgongustevið ger, at M5S og PD leggja frá sær og útskriva valið.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi