Løtt kropsvenjing hvessir minnið
Lættari venjing í smáum skamtum hvessir minnið, tí venjing fær partar í heilanum at samvirka minninum til frama, siga granskarar nú.
Ein lítil kanning á University of California við bert 36 luttakarum í 20-unum til aldurs vísti, at løtt kropsvenjing í bert 10 minuttir áðrenn eina minnisroynd gjørdi mun fyri úrslitið.
Somu royndarpersónar tóku eina líknandi minnisroynd uttan at venja áðrenn.
Í báðum royndum vórðu heilarnir hjá luttakarunum skannaðir fyri at eygleiða teirra heilavirksemi.
Ikki bert mintust luttakararnir betur við undanvenjing. Men skanningin vísti hægri samvirkan millum ‘hippocampus’ (t.e. lykilin til minnisgoymsluna) og kortikalu heilaøkini, sum bøta evnini hjá heilanum at goyma og brúka minnið.
Henda kanning stuðar aðrari gransking, ið prógvar, at fólk, ið venja kroppin í góðum árum, fyribyrgja barndømi (minnissvik) í ellini.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur