NATO-lond hækka játtanina til verjuútgerð 650 mia kr
Tað hjálpti, at Trump síðan 2017 hevur givið NATO-londunum av grovfíluni, tí í fíggjarlógunum í ár hava limalondini hækkað verjujáttanirnar 650 mia kr íalt.
Sjálvt norski javnaðarmaðurin, Jens Stoltenberg takkar Trump fyri, at hann skammaði kanadisku og evropisku stjórninar (Bretland undantikið), tí tær í áravís hava goymt seg handan skjúrtufaldin hjá USA og latið Amerika borið bróðurpartin av tí, tað hevur kostað at vart tey ímóti møguligum fíggindum.
New York Times skrivaði herfyri, at fleiri ferðir í 2018 hótti Trump við, at hann ynskti at taka USA úr verjufelagskapinum, um limalondini ikki gjørdu sína skyldu, sum øll hava undirskrivað, at rinda 2% av landanna BTÚ til verju.
Henda hóttan hevur rinið við statsleiðarar og verjumálaráðharrar, tí øll vita, at Trump heldur tey lyfti og tær hóttanir, hann gevur. Um USA hevði tikið seg úr NATO, so hevði hesin verjufelagskapur verið nyttuleysur.
Alt breggj um, at Evropa skal fáa sítt egna loftvápn, her og flota, sum serliga franska pyntidukkan, Macron, er talsmaður fyri, verður gabb og tóm orð.
Franski almenni geirin er hin dýrasti í OECD og kostar 57% av franska BTÚ. Franska fíggjarlógin hevur nógv størri árligt rakstrahall, enn ES krevur av limalondum. Macron hevur púra mist tamarhaldið á sínum (serliga) almennu fakfeløgum, sum lemja franska búskapin og samfelagið verri enn hjá Hollande
Trump hevur fingið stóra mótstøðu frá sínum egna republikanska flokki og ikki minni frá sosialistisku Democrats, ið við stórum meirilutum í Kongressini hava samtykt, at USA fer ongan veg úr NATO.
Men so væl dugir jassurin, Trump, at hann sum so mangan fær sín vilja, nú NATO-lond hava gjørt, sum forsetin hevur kravt farnu 3 árini, at tey hækka játtanina til verju upp í 2% av BTÚ. Tað hava tey øll gjørt nú, og harvið er NATO-verjan bjargað nøkur ár fram.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











