Petur Hans Dahl, veðurfrøðingur: veðurvánir fyri hesa vikuna ( viku 3 )
Samanumtikið: Rættiliga nógvur vindur av lágætt, nógv regn og hampiliga lýtt
Í dag mánadagur 13. Hvassur vindur upp í skrið av suðri gangandi í lands 14-18 m/s, regn tað mesta av degnum og hitin 3-7 stig
Týsdagur 14. Hvassur vindur upp í storm av suðrið 14-22 m/s, regn av og á og hitin 3-6 stig.
Ónsdagur 15. Skrið til hvassan vind av úts 17 minkandi niður í 14 m/s, ælaveður og hitin 4-6 stig
Tórsdagur 16. Úts 12-9 m/s, snarandi í lands um kvøldið 12 m/s, regn og hitin 4-6 stig
Fríggjadagur 17. Hann melur av ymsum ættum, 12-14 m/s, regn tað mesta av degnum og hitin 3-6 stig
Leygardagur 18. Útn 16-9 m/s, turt fyri tað mesta og hitin 4-7 stig
Sunnudagur 12. Hann veksur vindin av úts 12-16 m/s, regn seinrapartin og um kvøldið og hitin 5-9 stig.
Samanumtikið: Rættiliga nógvur vindur av lágætt, nógv regn og hampiliga lýtt
Veðurtekin: Úr bókini ”Veðrið” hjá Fisher Heinesen: Fjalladun hoyrdust av og á og kundi ljóða rættiliga hart.Teim gomlu dámdu einki fjalladun;Tað boðaði frá illveðrið av landn. ”Ein landnyrðingsstormur, sum skjótt brast á.”
Petur Hans Dahl, sigur soleiðis um veðrið á Ovarugøtu kl. 7 í morgun: Úts 5 m/s, skýggja, turt og hitin 4 stig
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











