Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Marita Klein Joensen: So nú er hon endiliga her

Innanlands, Vísind | 13/01-2020 10:00

Havi roynt at dekkað nokso nógvar av spurningunum, ið eg ofta fái, men um tit hava aðrar spurningar eru tit altíð vælkomin at skriva. Skrivar Marita Klein Joensen á Facebook. Les alla greinina niðanfyri. 

1 ár við Nissan Leaf el-bili! 

Eg havi verið øgiliga spent til eg kundi gera hesa uppgerðina. So nú er hon endiliga her – uppgerðin yvir elnýtsluna á Leaf’inum! 

Eg koyri góðar tveir tímar um dagin til arbeiðis og heimaftur (búgva í Syðrugøtu og arbeiði á Argjum), so slakar 30.000 km koyrir man um árið. Ikki tykkum at siga, so hugsar man seg eitt sindur eyka um hvønn bil man fær sær, tá man koyrir so nógv, sum eg geri.

“Hvussu er tað at hava ein el-bil?” spyrja nógv, og fyristillingarnar og ikki minst myturnar eru ikki so fáar, so nú fari eg í stuttum at svara eitt sindur uppá teir spurningarnar, ið eg oftast fái. Vónandi kann onkur, ið umhugsar nýggjan bil og kanska el-bil, fáa okkurt burturúr minum royndum, hugleiðingum og data 

Hvussu langt kann ein el-bilur koyra?
Tað er ymiskt frá el-bili til el-bil. Okkara er ein 40kwt, og eitur í danska faldaranum at kunna koyra 270 km uppá eina løðing, men eg fekk at vita, tá eg keypti bilin, at hann liggur nokk meira um eini 170-200 km í Føroyum pga brekkum etc. Men eg veit um eldri model av el-bilum, ið koyra 100 km uppá eina løðing og til onkur model av Tesla, ið koyra 6-700 km uppá eina løðing. Mín er frá 2018, og el-bila marknaðurin gongur við rúkandi ferð, so nýggi Nissan Leaf frá 2019, ið eitur 62 kwt, koyrir eini 100 km longri enn mín uppá eina løðing, so hann liggur nokk nærri einum 300 km uppá eina løðing.

Hvussu løðir man hann?
Vit hava lænt eina løðistøð frá SEV, ið vit hava sett upp heima. Mær vitandi kunnu øll tað. Enn kostar hon einki at lána, men tá vit fingu hana fyri einum ári síðani, fingu vit at vita, at SEV ætlar at krevja eitt lítið leigugjald, men tað er so ikki komið enn. Okkara er settur upp í garaguni, men eg havi eisini sæð løðistøðir settar upp úti.
Av tí at eg havi eini 130 km til arbeiðis og heimaftur, so verður mín løddur hvørt kvøld/nátt. Tá eg eri heima aftur eru millum 20-40% eftir av battaríinum - tað er alt eftir hvussu nógv ørindir eg havi verið tann dagin, hvussu pent eg havi koyrt og hvussu heitt tað er úti.
Ein annar møguleiki er at løða bilin á skjót-løðistøðunum, ið eru runt um í landinum. Tað geri eg ógvuliga sjálvdan, tí tær nærmastu eru í Klaksvík, Runavík og Oyrarbakka. Men um okkurt er, ið ger, at eg hugsi at bilurin líka kundi trongt til nøkur % afturat, fyri at eg skal náa alt, ið eg skal, so havi eg onkuntíð sett hann í Oyrarbakka á veg heim í 10 min, og so er knappliga 30% meira battarí á bilinum. Deiligt at hava tann møguleikan, og eg havi onkuntíð sakna eina skjót-løðistøð í Gøtu. Haldi ein burdi verið í Sarpugerði við brúnna, so t.d. fólk sum venja á vøllinum ella fara at keypa inn líka kundu sett bilin at løða. Yvirhøvur haldi eg at løðistøðir eiga heldur at verða plaseraðar við matvøruhandlar enn bensinstøðir – men tað eru ivaleyst nógvar meiningar um tað. Skjót-løðistøðirnar eru annars enn ókeypis at nýta!

Hvussu leingi tekur tað at løða bilin?
Tað er eitt sindur ringt at siga hvussu langa tíð tað tekur at løða bilin, tí tað kemur annupá hvussu nógv er á bilinum tá tú setur hann at løða. Eg haldi mín eitur 8 tímar frá 0-100%, men tað hevur onki at siga fyri meg, tí at eg stilli bilin til løðistøðina, tá eg eri liðug at brúka hann fyri dagin, og seti hann til “snild-løðing” fram til 6.30 um morgunin, og tá er hann altíð løddur.

Hvat er “snild-løðing”?
Tað eru tveir mátar at brúka heimaløðistøðina uppá. Snild-løðing og skund-løðing. Við at velja snild-løðing setur man bilin til heimaløðistøðina, og letur SEV stýra løðingini. T.d. kann man seta bilin til løðistøðina, tá man kemur heim úr arbeiði og samstundis siga við løðistøðini, nær man væntar at brúka bilin aftur, eitt nú kl. 6.30 morgunin eftir. Tá stýrir SEV løðingini, soleiðis at hon fer fram, tá minst trýst er á elskipanini, men tó so at battaríið er fult løtt, tá tú skalt brúka bilin. Hetta er nokk eisini tann mest umhvøvisvinarligi mátin at løða uppá, tí tá løðir hann mest um náttina, tá meira varandi orka er tøk – tað er so sjálvandi serliga galdandi um veturin.
Skund-løðing er, tá man setir bilin til løðistøðina og í staðin fyri at lata løðingini yvir til SEV, velur tú skund-løðing, soleiðis at løðingin byrjar beinanvegin, og at battaríið verður løtt so skjótt sum gjørligt.
Sum sagt, so hevur tað onki at siga fyri meg, hvussu skjótt bilurin løðir, tí eg seti hann til at verða lidnan at snild-løða til kl. 6.30 um morgunin, og so sovi eg meðan hann løðir.

Eru el-bilar ikki dýrir?
Tað stutta svarið er nei, men sjálvandi er tað meira nuanserað enn so. Dýrt er jú eisini ein definitiónsspurningur! Mín bilur kostaði 270.000 kr, tá vit høvdu fingið mvg’ið aftur. Í løtuni fær man mvg’ið upp til 70.000 kr. aftur fyri el-bilar. Tað nýggja modellið av mínum bili, ið er 62kwt, kostar bara eini 30.000 kr meira enn mín. Tað haldi eg ikki er nógv fyri ein so einastandandi góðan, umhvørvisvinarligan bil, ið kraftar óluksáliga gott og er sera bíligur í drift!

Hvat er el-nýtslan um mánaðin?
Myndin, ið eg havi viðheft vísir uppgerðina fyri fyrsta árið hjá bilinum. Uppgerðin vísir, at bilurin brúkar í miðal við bíligara el-prísinum undir 600 kr/mðr. Til samanberingar kann sigast, at eg hevði ein Nissan Pulsar diesel bil áðrenn eg fekk Leaf’in og tá brúkti eg um 1200 kr/mðr í diesel – so við el-bili og íløguni í serstaka el-málaran fyri at fáa bíligari streym til bilin og jarðhitan, so er forbrúkið farið niður í eina helvt per mánaða!

Havi roynt at dekkað nokso nógvar av spurningunum, ið eg ofta fái, men um tit hava aðrar spurningar eru tit altíð vælkomin at skriva 

Í vár ætli eg at gera eina aðra uppgerð - tá hava vit nevniliga búð í húsinum í 1 ár, so tá fáa vit gjørt eina ársuppgerð fyri samlaða el-forbrúkið hjá okkum. Tað fevnir tá yvir vanliga el-nýtslu, jarðhitan og el-bilin. Eg kann avdúka at tilsamans fyri øll trý liggur tað hesar fyrstu 9 mðr vit hava búð í húsinum undir 2000 kr/mðr 

Hesa áhugaverdu greina skrivar Marita Klein Joensen á faceboo vanga sínum.
 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi