Føroyska veðrið í tíðindunum hjá DR
Kolandi stormur og ódn verður í Føroyum í nátt og í morgin. Hetta merkir, at trøð kunnu koppa og sperra jarnbreytir og vegir. Tað skrivar Danska Kringvarpið m.a. í veðurforsøgn fyri Føroyar næsta døgnið.
DR vísur til stormávaringar frá DMI, Dansk Meterologisk Institut, í økjunum Ytri, Munkagrunnur, Fugloy og á Íslandsrygginum. Í nátt verður vindurin upp í 32,6 m/s, og hetta kann merkja:
"..at der er stor risiko for, at tagsten blæser ned, store grene knækker, og træer kan vælte og spærre tog- og vejstrækninger. Og der er stor sandsynlighed for, at broer må lukkes for trafik."
DR vísur eisini á, at ongar seinkingar ella avlýsingar eru í flogferðsluni, men at Smyril hevur avlýst tveir túrar millum Tvøroyri og Havn.
Ódnarveðrið hevur, sambært DR, navnið Brendan. Tað eru írskir meterologar, ið hava sett navn á ódnina.
Les greinina hjá DR her.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur