Sólblómuband til ferðafólk við ósjónligum breki
Um tú hevur eitt ósjónligt brek ella eina fjalda diagnosu, sum kann gera túrin gjøgnum flogvøllin til eina størri avbjóðing enn annars, kanst tú frá 1. januar 2020 bera sólblómubandið. Tað gevur tekin til starvsfólk á flogvøllinum, at tú kanst hava tørv á eyka tíð, tolsemi ella onnur atlit. Starvsfólkini spyrja ikki hvørja diagnosu ella brek tú hevur, men tey spyrja heilt víst hvussu tey best kunnu hjálpa tær. Tað skrivar Sinnisbati á heimasíðu síni.
Sólblómubandið er fyri teg um tú hevur ADHD, angist, autismu, alzheimers, ert orðablindir, gikt ella aðrar diagnosur sum gera túrin gjøgnum flogvøllin torførari fyri teg enn fyri onnur. Og fyri teg, sum kann og ynskir at ferðast sjálv/ur.
Er títt brek ella tín diagnosa so mikið darvandi fyri teg, at tú ikki megnar túrin gjøgnum flogvøllin, skrivar Sinnisbata, kanst tú bíleggja persónligan stuðul og tænastu gjøgnum flogfelagið hjá tær, tá tú bíleggur flogferðaseðilin, les meira her.
Sólblómubandið veður tøkt frá 1. Januar 2020, skrivar Sinnisbati.
Kelda: CPH Airport og Sinnisbati
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur