Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Eg eri stolti eigarin av 1/24 parti av einum reiðaríi

Fiskivinna, Innanlands, Lesarabrøv, Vinnulív | 14/01-2020 15:30
Brandu Sandoy | Mynd: Jógvan á Dul

Onkuntíð undrist eg á, hví fjølmiðlaverðin ikki leggur fram hvussu allar samtyktir gjørdar av tingfólki, ávirka persónligu viðurskiftini hjá hesum fólkum.

Sigast skal, at eg eri ikki erkvisin hóast eg ikki altíð haldi meg verða so væl viðfarnan, og eg eri serstakliga glaður fyri at fjølmiðlarnir grava og leggja tað fram sum teir finna, so fólkið í landi okkara verður so væl upplýst sum gjørligt.

Eitt sum hevur myndað yvirskriftirnar í fjølmiðlunum seinastu tíðina er, at eg havi verið við til at samtykt at lata línuskipum makrel, og at eg eri parteigari í einum felagi sum eigur eitt línuskip.

Eg eri stolti eigarin av 1/24 parti av einum reiðaríi, sum í dag eigur eitt línuskip. Forrestin eitt reiðarí, sum burturav er á føroyskum hondum. Hetta gjørdist eg fyri 9 árum síðani.
Hetta veiðuloyvið er 1 av 21 loyvum sum nú fær rættindi til 190 tons av makreli.

Eg eri glaður fyri at KVF hevur lagt hesi eigaraviðurskifti míni út á blik, tí fólkið í landinum hevur krav uppá at vita hetta.
Tann ið situr sum tingmaður kann pr definitión ikki verða inhabilur. Vit viðgera mál um samfelagið alt, og tí kemur man viðhvørt inná viðurskifti har man í sínum privatlívi er engageraður, óansæð um man er fiskimaður, lærari, bóndi, advokatur, vaskifólk, røktari, jarðamóðir, ella okkurt annað.

Eg veit at man bara fær mótgongd og skitin orð við at fara í víggj við fjølmiðlarnar, og tað ætli eg mær heldur ikki.
Tað undrar meg bara, at hetta fær so stóra rúmd sum tað gerð, serliga tá man ikki lýsir øll tingfólk á hendan hátt. Tí at øll sum hava gjørt okkurt annað enn at ligið á divanini, koma at viðgera okkurt sum viðvíkur teimum og teirra.
Tað kennist sum um man her roynir at pensla meg og mína støðutakan við døkkum strokum.
Ongin skal ivast, hetta ávirkar meg ikki tað allar minsta. Faktiskt havi eg havi ikki havt eina betri kenslu um at eg havi verið við til at samtykt nakað so gott og gagnligt fyri landið alt, síðani vit samtyktu at gera Sandoyartunnilin.
Onki erkvisni, bara undran og ásannan av at tað er sera týdningarmikið fyri okkara skipan at vit hava virknar fjølmiðlar

Soleiðis skrivar Brandur Sandoy á facebook.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
NOVA úr Suðuroynni (54) - 28. okt. 2020
Vespureiðrið (157) - 26. okt. 2020
VALSENDING: Borgaralistin í Runavík - 27. okt. 2020
Samrøða: Bogi Næs, áhugaður í veteran-akførum
Sofus Hansen: Vandi er fyri, at fólk missa bæði tenn og plombur av risting­num
Munurin millum ‘reyðar’ og ‘bláar’ statir í USA
Eg eri spentur og trúgvi uppá hetta
Samrøða: Bjarti Mohr um amerikanska forsetavalið
Samrøða: Mona Breckmann Wescott um Tey 5 Kærleiksmálini
Tórbjørn Jacobsen: Vørðuklettur – 42 ár í afturhvarvinum
Fjøruvegurin
Forsætis­ráð­har­rin í Lesoto ákærdur fyri at hava myrt konuna
Brandur Sandoy: Tí er Anja eitt gott boð
Bispur: Nærri menniskjum – lægri løn!
Góð og ring tíðindi um stórhvalasløg­ini slættibøku og royður
Slepp tær lætt og bíliga undan Corona við at eta nógv D-vitamin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Jóannes Skaale 2. partur
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (100) - 28. okt. 2020
Føroyskir prestar og prædikumenn skulu ikki í bás við islamistiskum imamum 
Skála kirkja tók navnið á fjørðinum
Samstarvið við Jan endað
Karlot Hergeirsson: Ternan Reyða
Valevni setur avmarkingar til hini valevnini
Helgi Abrahamsen svarar fyrispurningi frá Johan Dahl viðvíkj­andi ravmagnsviðurskiftum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi