Danir, sum ikki vilja eta halal kjøt, ilskast inn á Fødevarestyrelsen
Danir mugu eta halalkjøt og religiøs ritualisma er partur av flettingini av djórum í Danmark. Hetta tí, at stórur partur av kjøtinum verður útflutt til lond, sum krevja at djórini eru halhal flett. Tað sigur Fødevarestyrelsen og hesa grundgeving hava tey brúgt í fleiri ár. Hendan grundgeving er eisini orsøk til, at flestu sláturvirkir í Danmark fletta tað mesta halal.
Fólk í bólkinum "Nei tak til halalkød", á sosiala miðlinum Facebook, ilskast nú inn á Fødevarestyrelsen. Tey vísa á, at hendan grundgeving ikki er sonn. Danmark útflytur t.d. einans 0.3% av kálva- og oksakjøti til Miðeystur. Hetta vísa tøl frá Danmarks Statistikk og Fødevarestyrelsen kemur sostatt við følskum tíðindum, skriva tey í bólkinum "Nei tak til halalkød."
Facebook bólkurin finnist eisini at stóru donsku fyritøkuni Danish Crown, sum ikki vil upplýsa hvussu stór nøgd av teirra framleiðslu er halalkjøt.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur