Tríggir rændir sjómenn leyslatnir
Teir tríggir av manningini á einum sandbáti, sum sjórænarar rændu eftir ein skotbardaga 2. januar í ár, eru nú bjargaðir.
Eftir ein drúgvan skotbardaga við sjórænararnar eydnaðist tað nigerianskum serdeildum at bjarga teimum trimum sjómonnunum. Tað hendi mikudagin í farnu viku.
Eftir eitt tríggjar tímar langt álop eydnaðist tað serdeildum hjá nigerianska herinum at taka ein sjórænara til fanga, og at bjarga teimum trimum sjómonnunum á grikska sandbátinum, Ambika.
Gíslarnir, sum eftir øllum at døma vóru óskaddir, vórðu fluttir á eina herstøð nærindis. Tað eydnaðist restini av sjórænarunum at flýggja, hóast teir vóru løstaðir.
Teir tríggir av manningini vórðu tiknir gíslar eftir ein skotbardaga, sum kostaði fýra varðhaldsfólkum á sandbátinum lívið.
Fimm av manningini vóru eftir umborð á sandbátinum. Um tað hevur eydnast teimum at goyma seg fyri sjórænarunum, verður einki sagt um.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur