Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKA­CRUISE VIÐ NORRØNU - tónleikur við felagssangi og sangframførslum
Kristiligar Tíðindasendingar
FANNY CROSBY TIL MINNIS - sangskrivari av Guds náði
Kristiligar Tíðindasendingar
KENDUR TRÚBOÐARI 75 - lunnarnir lagdir í samkomuni
Kristiligar Tíðindasendingar
CORONAVIRUS - inntriv í trúarlívið
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (94) - 25. mars 2020
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (16) - Gestur: Jógvan við Keldu
EvR
Á Torginum 17. mar. 2020 - Ein dag í senn - John í Skemmuni 1. partur
EvR
Kelduvaðið 15. mar. 2020 - Møti úr Betesda, Páll Poulsen 'Krossfesting Kristusar'
Leysaløtan
Samrøða: Birita Nolsø, sum fæst við mindfulness, um amboð vit kunnu brúka tá vit eru merkt av angist og stúran
Leysaløtan
Samrøða: Poula Patursson, granskari og kost­ráð­gevi í heilsuverki­num, um at styrkja mótstøðuførið í kroppinum
Leysaløtan
Samrøður: Lis Mortensen, Poul Michelsen og Thormann Kruse, um fjarhita sum orkuloysn til føroyingar
Leysaløtan
Leysaløtan - Øll sendingin - 13. mar 2020
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (15) - Gestur: Annika Olsen
Nova
Samrøða: Dennis Holm, borgar­stjóri í Vági, um komandi íbúðarbygging í kommununi
Nova
Samrøða: Vágbingu­rin Hans Poulsen, sum í 1960 flutti úr Vági til Vestmanna at arbeiða
Nova
Samrøða: Heri Mortensen, framleiðslu­stjóri hjá SEV, um ymisku útbyggingar­nar hjá SEV í Suðuroy
EvR
Á Torginum 10. mar. 2020 - Ein dag í senn - Eliesar Poulsen
Nova
NOVA úr Suðuroynni (36) - 09. mar 2020
Vespureiðrið
Vespureiðrið (2) - 9. mars 2020
EvR
Kelduvaðið 8. mar. 2020 - Poul Jóhan Djurhuus 'Akkerið - Orðið 'Tá Kristus kom'
Lýsing
Lýsing

Tað eigur at dryppa á øll í góðum tíðum

Innanlands, Politikkur | 18/01-2020 09:00
Súni Selfoss er formaður í Starvsmannafelagnum.

GREINING: Seinastu árini hevur tann stóri yrkisbólkur, ið limirnir í Starvsmannafelagnum umboða verið fyri vanbýti. Hetta vísur eitt nú greining frá danska tjóðbankanum greitt og tíðiliga.

Semingsmaðurin er boðsendur í lønarsamráðingunum millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Partarnir hava samráðst síðan í oktober 2010, og tað eydnaðist teimum ikki at røkka á mál.

Í novembur í fjør gav danski tjóðbankin greining út, sum vísir, at seinastu 6-7 árini, hevur reallønarvøksturin í Føroyum verið um 20%. Hetta kann umroknast til ein árligan vøkstur, og tann umrokningin vísir, at í Føroyum hava løntakarar hvørt ár hetta tíðarskeiðið fingið ein reallønarvøkstur, ið er umleið 2,6%.

Lat tað vera púra greitt, at Starvsmannafelagið unnar øllum sera væl hesa lønarhækking. Starvsmannafelagið kundi tó ynskt, at almenni myndugleikin eisini unnaði limunum í Starvsmannafelagnum somu ágóðar. Reallønarvøksturin hjá limum í Starvsmannafelagnum hevur nevniliga bert verið um 2,0% árliga sama tíðarskeið. Og fyri, at limirnir í Starvsmannafelagið skulu koma upp á sama støði, sum restin av løntakarunum vanta 4,5% í yvir sama tíðarskeiði, t.v.s. 6-7 ár.

Soleiðis metir Starvsmannafelagið tað ikki vera meira enn rímiligt, at limir felagsins nú fáa eina nøktandi lønarhækkan.

Aðrir samfelagsbólkar hava fingið góða lønarhækkan frá sitandi landsstýri og tað skal eisini vera teimum sera væl unt. Eitt nú kann nevnast, at ein stakur pensjónistur, ið fær útgjald frá egnari pensjón á kr. 400.000 árliga, fær ein eyka lætta frá landsstýrinum á kr. 2.079 mánaðarliga. Tað, Starvsmannafelagið kundi ynskt var, at landsins myndugleiki hugdi eftir limunum hjá Starvsmannafelagnum við somu vælvild og ikki valdi at revsa limir felagsins, við at nokta teimum eina rímiliga og nøktandi lønarhækkan. Nú er okkara túrur.

Tá ið sagt verður, at Starvsmannafelagið hevur verið fyri vanbýti, er tað kanska onkur, ið hugsar: “Jamen, hvat so? Hetta eru bara tey alment settu í Havn, sum als einki gera til nyttu!”.

Vit mugu minnast til, at kring alt landið og úr øllum landinum er hópur av starvsfólkum, hvørs dagliga starv hevur til endamáls at tæna, hjálpa og stuðla øðrum borgarum í landinum. Stendur lønin hjá hesum fólkum ikki mát við lønarlagið hjá øðrum, er hendan tænasta lítið hugalig og starvsfólkini fara at leita aðrar leiðir, og hetta fer at ganga nógv út yvir tænastustigið til vanliga borgaran.

Vit eru øll samd um, at vinnulívið í Føroyum er sera týdningarmikið fyri búskapin. Tí er tað av týdningi, at vinnulívið hevur bestu umstøður at kappast, soleiðis at útflutiningurin av vørum ikki verður raktur av vantandi kappingarføri. Her er vert at leggja til merkis, at mátað sum % av bruttotjóðarúrtøkuni BTÚ, er vanlig privatnýtsla eins týdningarmikil fyri føroyska búskapin sum útflutningurin. At vanligi føroyingurin gevast at keypa vørur og tænastu er tí eins stórt vandamál fyri føroyska búskapin, sum at útflutningurin lækkar.

”Limir Starvsmannafelagsins hava eitt lønarlag, sum er á miðal stigi í føroyskum høpi. Hetta lønarstigið merkir, at so at siga øll inntøka fer út aftur í samfelagið í nýtslu til vørur og tænastu.

Ein lønarhækking til limir Starvmannafelagsins kemur tí búskapinum, samfelagum og soleiðis okkum øllum til góðar. Ein lønarhækking til henda skaran er tí ein íløga í framhaldandi búskaparvøkstur í Føroyum, sigur Starvamannafelagið í skrivi til miðlarnar.


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Klæmund Ovason Johannesen situr í sóttarhaldi á Tvøroyri. R7 hevur tosað við Klæmund, og greiðir hann soleiðis frá:
ALS-lógin varð broytt fyri at lofta samfelagnum
Tað gongur væl hjá Rognkelsistøð­ini í Svínoy
Støðan í laksaaling­ini versnar fyri hvønn dag
Aksel V. Johannesen: Í hesum døgum er ikki pláss fyri kegli
Hvat við at politikkarar­nir fara eini 20 prosent niður í løn
KENDUR TRÚBOÐARI 75 - lunnarnir lagdir í samkomuni
Fólk ilskast: Kom nú, Bárður, vit mugu taka atlit til fleiri sjónarmið!
Løgmaður og samgonga við hondunum djúpt í lummanun!
Torbjørn Jacobsen: 3. páskadagur
Borgar­stjóri: Sjálvsagt skal løgreglan fáa tey amboð sum krevjast
Korona í Noregi: Manna­rættur at sleppa í "hyttu" á páskum
Klaksvíkar kommuna: Foreldur frítikin fyri foreldragjaldið
Dan Reinert Petersen hevur verið deknur í Fuglafjarðar kirkju seinastu árini.
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (94) - 25. mars 2020
Nú hava 155 føroyingar fingið staðfest smittuna
Óviðkom­andi uppskot kroyst inn í amerikanska hjálparpakkan
Russland sendur hernaðarflogfør við hjálp til Italia
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 13)
Ruth á sjarmuferð í Kvívík
Kendur miðlamaður: Flaggi fyri teim ið stríðast ...
Lands­stýrisfundur á netinum í 3 tímar í dag ( sí myndir )
Bjørg er deknur í Vestmanna kirkju
Nú eru 132 føroyingar smittaðir
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKA­CRUISE VIÐ NORRØNU - tónleikur við felagssangi og sangframførslum
Kristiligar Tíðindasendingar
FANNY CROSBY TIL MINNIS - sangskrivari av Guds náði
Kristiligar Tíðindasendingar
KENDUR TRÚBOÐARI 75 - lunnarnir lagdir í samkomuni
Kristiligar Tíðindasendingar
CORONAVIRUS - inntriv í trúarlívið
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (94) - 25. mars 2020
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (16) - Gestur: Jógvan við Keldu
EvR
Á Torginum 17. mar. 2020 - Ein dag í senn - John í Skemmuni 1. partur
EvR
Kelduvaðið 15. mar. 2020 - Møti úr Betesda, Páll Poulsen 'Krossfesting Kristusar'
Leysaløtan
Samrøða: Birita Nolsø, sum fæst við mindfulness, um amboð vit kunnu brúka tá vit eru merkt av angist og stúran
Leysaløtan
Samrøða: Poula Patursson, granskari og kost­ráð­gevi í heilsuverki­num, um at styrkja mótstøðuførið í kroppinum
Leysaløtan
Samrøður: Lis Mortensen, Poul Michelsen og Thormann Kruse, um fjarhita sum orkuloysn til føroyingar
Leysaløtan
Leysaløtan - Øll sendingin - 13. mar 2020
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (15) - Gestur: Annika Olsen
Nova
Samrøða: Dennis Holm, borgar­stjóri í Vági, um komandi íbúðarbygging í kommununi
Nova
Samrøða: Vágbingu­rin Hans Poulsen, sum í 1960 flutti úr Vági til Vestmanna at arbeiða
Nova
Samrøða: Heri Mortensen, framleiðslu­stjóri hjá SEV, um ymisku útbyggingar­nar hjá SEV í Suðuroy
EvR
Á Torginum 10. mar. 2020 - Ein dag í senn - Eliesar Poulsen
Nova
NOVA úr Suðuroynni (36) - 09. mar 2020
Vespureiðrið
Vespureiðrið (2) - 9. mars 2020
EvR
Kelduvaðið 8. mar. 2020 - Poul Jóhan Djurhuus 'Akkerið - Orðið 'Tá Kristus kom'
Nýggjastu tíðindi