Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tað eigur at dryppa á øll í góðum tíðum

Innanlands, Politikkur | 18/01-2020 09:00
Súni Selfoss er formaður í Starvsmannafelagnum.

GREINING: Seinastu árini hevur tann stóri yrkisbólkur, ið limirnir í Starvsmannafelagnum umboða verið fyri vanbýti. Hetta vísur eitt nú greining frá danska tjóðbankanum greitt og tíðiliga.

Semingsmaðurin er boðsendur í lønarsamráðingunum millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Partarnir hava samráðst síðan í oktober 2010, og tað eydnaðist teimum ikki at røkka á mál.

Í novembur í fjør gav danski tjóðbankin greining út, sum vísir, at seinastu 6-7 árini, hevur reallønarvøksturin í Føroyum verið um 20%. Hetta kann umroknast til ein árligan vøkstur, og tann umrokningin vísir, at í Føroyum hava løntakarar hvørt ár hetta tíðarskeiðið fingið ein reallønarvøkstur, ið er umleið 2,6%.

Lat tað vera púra greitt, at Starvsmannafelagið unnar øllum sera væl hesa lønarhækking. Starvsmannafelagið kundi tó ynskt, at almenni myndugleikin eisini unnaði limunum í Starvsmannafelagnum somu ágóðar. Reallønarvøksturin hjá limum í Starvsmannafelagnum hevur nevniliga bert verið um 2,0% árliga sama tíðarskeið. Og fyri, at limirnir í Starvsmannafelagið skulu koma upp á sama støði, sum restin av løntakarunum vanta 4,5% í yvir sama tíðarskeiði, t.v.s. 6-7 ár.

Soleiðis metir Starvsmannafelagið tað ikki vera meira enn rímiligt, at limir felagsins nú fáa eina nøktandi lønarhækkan.

Aðrir samfelagsbólkar hava fingið góða lønarhækkan frá sitandi landsstýri og tað skal eisini vera teimum sera væl unt. Eitt nú kann nevnast, at ein stakur pensjónistur, ið fær útgjald frá egnari pensjón á kr. 400.000 árliga, fær ein eyka lætta frá landsstýrinum á kr. 2.079 mánaðarliga. Tað, Starvsmannafelagið kundi ynskt var, at landsins myndugleiki hugdi eftir limunum hjá Starvsmannafelagnum við somu vælvild og ikki valdi at revsa limir felagsins, við at nokta teimum eina rímiliga og nøktandi lønarhækkan. Nú er okkara túrur.

Tá ið sagt verður, at Starvsmannafelagið hevur verið fyri vanbýti, er tað kanska onkur, ið hugsar: “Jamen, hvat so? Hetta eru bara tey alment settu í Havn, sum als einki gera til nyttu!”.

Vit mugu minnast til, at kring alt landið og úr øllum landinum er hópur av starvsfólkum, hvørs dagliga starv hevur til endamáls at tæna, hjálpa og stuðla øðrum borgarum í landinum. Stendur lønin hjá hesum fólkum ikki mát við lønarlagið hjá øðrum, er hendan tænasta lítið hugalig og starvsfólkini fara at leita aðrar leiðir, og hetta fer at ganga nógv út yvir tænastustigið til vanliga borgaran.

Vit eru øll samd um, at vinnulívið í Føroyum er sera týdningarmikið fyri búskapin. Tí er tað av týdningi, at vinnulívið hevur bestu umstøður at kappast, soleiðis at útflutiningurin av vørum ikki verður raktur av vantandi kappingarføri. Her er vert at leggja til merkis, at mátað sum % av bruttotjóðarúrtøkuni BTÚ, er vanlig privatnýtsla eins týdningarmikil fyri føroyska búskapin sum útflutningurin. At vanligi føroyingurin gevast at keypa vørur og tænastu er tí eins stórt vandamál fyri føroyska búskapin, sum at útflutningurin lækkar.

”Limir Starvsmannafelagsins hava eitt lønarlag, sum er á miðal stigi í føroyskum høpi. Hetta lønarstigið merkir, at so at siga øll inntøka fer út aftur í samfelagið í nýtslu til vørur og tænastu.

Ein lønarhækking til limir Starvmannafelagsins kemur tí búskapinum, samfelagum og soleiðis okkum øllum til góðar. Ein lønarhækking til henda skaran er tí ein íløga í framhaldandi búskaparvøkstur í Føroyum, sigur Starvamannafelagið í skrivi til miðlarnar.


Lagt út: Grækaris D. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi