Netanyahu trygt afturvaldur leiðari í Likud
Um ársskiftið valdu 72% av limunum í ísraelska borgarliga flokkinum Likud Netanyahu aftur til floksleiðara. Hann hevur verið Likud-formaður síðan 1993.
Mótvalevnið, Gideon Saar, fekk 28%, helst so frægt av tí at ein minniluti av Likud-limunum halda, at fíggindar hjá Netanyahu darva honum at virka frítt.
Vinstrivongurin í Ísrael hevur í mánaðir við listum og lótum forðað fyri, at Ísrael hevur fingið nýggja samgongustjórn, hóast 2 tjóðartingsval vóru í 2019.
Samstundis hava ‘deep state’ fíggindar hjá Netanyahu stríðst sum úlvar á skóg fyri at lemja hann sum virknan politikara við eitt nú at rættarsøkja hann.
Tað hevur eydnast, tí dómstólarnir í Ísrael eru óheftir, sum sømir seg einum demokratiskum landi. Løgið, at vesturlendskir politikarar og flokkar stuðla teim barbarisku arabaralondunum í MIðeystri, sum einki fólkastýri, rættartrygd, kvinnurættindi, privatan ognarrætt, trúarfrælsi, tríbýtta valdskipan o.t. hava.
Netanyahu hevur sum virkandi stjórnarleiðari órin og má tí úr tingsessinum, áðrenn mótstøðumenn fáa fatur í hansara ‘stuttu og purlutu’ sum bretar siga.
Ákærurnar fevna m.a. um, at frú Netanyahu er nakað fín uppá tað. Hon skal hava oyðslað pening til keypa lidnan mat uttan fyri heimið hjá fyrrv. og helst eisini komandi forsætisráðharra, hóast tey hava skattløntan húskokk.
Her er so aftur talan um desperatar royndir hjá teim vinstravendu, ið ikki fáa fólksliga undirtøku, men halda seg tó eiga moralskan, ja gudgivnan (hóast tey flestu nokta, at Gud er til) rætt til at herska og regera í hvørjum landi.
Effinett sama hendir í USA, har Democrats og teirra, fjølmiðlarnir, brúka 90% av síni tíð til at fella Trump við at reisa ríkisrættarsak uttan próvfastar ákærur ímóti honum. (Vit kenna lagið aftur í okkara vinstravendu flokkum og KvF, niðurgerð oman á undirgraving av ávísum fólkavaldum).
Ná, men hægri máttur sær út til at halda hondina yvir USA og Ísrael, Trump og Netanyahu. Teir styrkna heldur enn vikna av mótburðinum, Gud havi lov.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











