Góð vinnutíðindi til m.a. meiri framburð og vælferð
Nýtt landstýri, nýggjár kundi ført til nýggja politikkk, nýggjar møguleikar og meiri vælferð til at menna føroyska samfelagið á øllum økjum.
Vinnuhúsið hevur sent tíðindaskriv út og gramt seg um, at føroyska vinnan rindar ov høgan el-prís til sína framleiðslu ella í hvussu er hægri prís enn okkara kappingarneytar.
Um hetta evni hevur SEV sagt, at skjótt koma nýggjar varandi orkukeldur, eitt nú vindmylnur í Suðuroy og við Eiðisvatn, ið styrkja el-veitingina sum back-up til tað ævigu og herligu oljuna, ið liggur sum trygd undir el-orkuni, serliga nú nýggja oljukraftverkið fer undir framleiðslu..
Eisini sigur SEV, at privatir leikarar sleppa uppí sum undir- ella partsveitarar.
Nýggjur fiskivinnupolitikkur eftir miseydnaðu almennu stýringina av føroysku fiskivinnuni undir farnu landstýri merkir tryggari karmar til endurnýggjan av øllum fiskiførum, tí nú vita fiski- og útgerðarmenn, hvat teir kunnu gera íløgur í til at reka og fíggja 12 ár fram. Nú verða skip knýtt at fiskirættindum.
Væntandi hoyra vit um skipakeyp á fyrsta sinni í mong ár. Línuskipið Klakkur kom á Klaksvík í farnu viku til stóran fagnað av fólki, ið kenna virðið á skipum.
Vit vænta og vóna, at sáttmálar verða undirskrivaðir í næstum um bygging av nýggjum og effektivum fiskiskipum, helst eisini til at endurnýggja heimaflotan.
Alivinnan hevði gott ár í fjør við metstórum útflutningi bæði í nøgd og virði.
Munnvatnið rennur skjótari, enn vit svølgja, tá vit síggja lýsingina um Rinku. Hiddenfjord royndi aling út fyri Víkum. Vónandi gongst væl hjá teimum.
Bakkafrost vekir størst øvund millum tey, ið fáa mest gagn og áttu at følt størstu gleði yvir, at Suðuroy mennist sum aliøki eftir at hava ligið brakk leingi.
Nøkur heilt fá tons fleiri fóru suður um Fjørð enn komu norðurum. Tað má so vera eftir umstøðum, veðri og praktiskum møguleikum at ala, taka og virka.
Suðuroyggin framleiðir nú eini 8.000 tons av laksi, og um alt gongur sum ætlað, fer henda framleiðsla upp í 15.000 tons íalt, tá smoltið er klárt at seta. Tað skuldi tryggja, at laksurin gevur optimalt arbeiði og 500 mió í útfluntingi.
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kulturkríggið

Toskur leypur á æðublik

Norrøna fær eitt facelift

World watch list 2021

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Bjarni

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Pison komin á Klaksvík.

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Louisa 30 ára starvsdag

Nes kommuna hevur nú aftur umboð í stýrinum í Kommunufelagnum

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











