Nógv viðurskifti galdandi, tá túrar verða avlýstir hjá Strandferðsluni
LJÓÐBROT: Veðrið hevur verið ógvuliga vánaligt nú í longri tíð, og tað hevur ávirkað gerandislívið, bæði á sjógvi og landi. Nógvar avlýsingar hava verið, bæði í kommunalu bussleiðunum, Bygdaleiðum hjá Strandferðsluni; og strandfaraskipini hava avlýst mangan túrin seinastu tíðina fyri veður. Eisini Smyril hevur avlýst fleiri túrar, og tað hóvar ikki øllum, tí Smyril er eitt stórt skip, og eigur at kunna sigla - eisini í vánaligum líkindum, halda summi. Men hvørji atlit verða tikin, tá farleiðir verða avlýsta vegna veður.
Hilmar Eliassen, strandferðslustjóri, vísir á, at onkuntíð er neyðugt hjá Smyrli at sigla vestanfyri fyri veður, og tað tekur longri tíð enn vanligt. Fyri at røkka inn aftur á ferðaætlanina kann tá vera neyðugt at taka ein túr burturúr. Hann minnir eisini á, at her er talan um skip, sum bæði eru farmaskip og ferðafólkaskip, har hædd eisini skal takast fyri komfortini umborð.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











