Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Í dag er altjóða mótmælisdagur móti 5G, men ikki í Føroyum

Heilsa, Tøkni, Vinnulív | 25/01-2020 08:00

Í dag verður skipað fyri mótmælistiltøkum í 31 høvuðsstøðum kring heimin móti uppsetingini av 5G.

4.800 náttúruvísindafólk, 2.800 læknar, 770 býfluguhaldarar, 2.000 umhvørvisfelagsskapir og 180.000 onnur fólk úr 202 ymsum londum og landaøkjum hava skrivað undir eina altjóða áheitan, sum heitir á heimsins stjórnir, at steðga uppsetingini av 5G. Hetta boðar Erbylgjufelagið frá sambært STOP5Ginterna6onal.org. Erbylgjufelagið leggur afturat, at mótmælistiltakið ikki verður í Føroyum. 

Málið við mótmælistiltøkunum er, at steðga uppsetingini av milliónum av 5G-antennum á jørðini og 50.000 fylgisveinum í rúmdini. Ætlanin er eisini, at náa stjórnarembætisfólk og stýrir í altjóða felagsskapum sum ES, ST og WHO við boðskapinum.

5G fer at økja strálingina ógvusliga allastaðni, frá einum degi til annan  – í býum, útjaðaraøkjum, viðarlundum, náttúrulendi, tjóðarparkum, høvunum, í Grønlandi og á Antarktis. Sum er, eru nakrir kilometrar millum hvørja fartelefonmastur, men við 5G verða smáar, men kraftamiklar antennur uttan fyri triðjahvørt til fimtahvørt sethús. Harumframt fer talið av fylgisveinum, sum eru í ringrás kring jørðina, at økjast frá 2.000 til 50.000, skrivar Erbylgjufelagið. 

Millum teirra, sum skipa fyri tiltøkum tann 25. januar 2020, eru fólk, sum longu hava fingið so mikið álvarsligan skaða av tráðleysum tólum, at tey als ikki kunnu taka lut í samfelagnum longur. Tey stríðast fyri egna lívi sínum, lívinum hjá børnunum, fyri skordýrum, fuglum, djórum og okkum øllum, skrivar Erbylgjufelagið. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
NOVA úr Suðuroynni (54) - 28. okt. 2020
Vespureiðrið (157) - 26. okt. 2020
VALSENDING: Borgaralistin í Runavík - 27. okt. 2020
Samrøða: Bogi Næs, áhugaður í veteran-akførum
Sofus Hansen: Vandi er fyri, at fólk missa bæði tenn og plombur av risting­num
Munurin millum ‘reyðar’ og ‘bláar’ statir í USA
Eg eri spentur og trúgvi uppá hetta
Samrøða: Bjarti Mohr um amerikanska forsetavalið
Samrøða: Mona Breckmann Wescott um Tey 5 Kærleiksmálini
Tórbjørn Jacobsen: Vørðuklettur – 42 ár í afturhvarvinum
Fjøruvegurin
Forsætis­ráð­har­rin í Lesoto ákærdur fyri at hava myrt konuna
Brandur Sandoy: Tí er Anja eitt gott boð
Bispur: Nærri menniskjum – lægri løn!
Góð og ring tíðindi um stórhvalasløg­ini slættibøku og royður
Slepp tær lætt og bíliga undan Corona við at eta nógv D-vitamin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Jóannes Skaale 2. partur
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (100) - 28. okt. 2020
Føroyskir prestar og prædikumenn skulu ikki í bás við islamistiskum imamum 
Skála kirkja tók navnið á fjørðinum
Samstarvið við Jan endað
Karlot Hergeirsson: Ternan Reyða
Valevni setur avmarkingar til hini valevnini
Helgi Abrahamsen svarar fyrispurningi frá Johan Dahl viðvíkj­andi ravmagnsviðurskiftum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi