Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vit knýttu eitt pottalok í dorgina hjá honum og loraðu hana út í sjógvin. Á botn.

Innanlands | 26/01-2020 11:00

Tobbi greiðir frá, um eina stuttliga hending á Stokknesgrunninum. Hetta er partur av grein, um tað at Samskip flytur til Runavíkar.

Var tað ófýsið, sjaskut, menn snoraðu uppí ættina, - tá kundi tað henda, at onkur ikki stóð nóg væl við. Fyri at stytta um sjaskdagarnar var tikið til alternativ undirhaldsvápn. Minnist eina dagin á Stokknesgrunninum, kaffipausan var blivin alt ov long hjá tí eina, lugarið var áhugaverdari enn lúnningin, og vit knýttu eitt pottalok í dorgina hjá honum og loraðu hana út í sjógvin. Á botn. Tað var eitt øgiligt lív, táið hann kom á dekkið aftur. Havi ikki sæð grammari mann, nú var fongur á dorgini. Kalvi. Í hálvan annan tíma “gav hann út og vant uppá snældu“, spenningurin var øgiligur. Táið pottalokið kom í sjóvarmálan, tá stóðu vit, allir hinir, afturi í skúrinum í stýriborð í verjustøðu fyri einari eksplosión, sum eg ikki havi upplivað áður - og eg havi upplivað nógvar.

Í prosessini fyri at fáa avtaluna í lag ímillum Runavíkar havn og Samskip havi eg onkuntíð ivast í um tað bleiv ein kalvi ella eitt pottalok, sum til endans kom upp í sjóvarmálan.

Tað munnu vera um tvey ár síðani at Brandur Højgaard, virkandi havnarmeistari, Sjúrður Johansen, Samskipastjóri í Føroyum og borgarstjórin hittust fyrstu ferð á Havnarskrivstovuni í Runavík. Ein óformellur fundur, har partarnir greiddu frá hvør sínari støðu. Síðani hava vit samskift, eisini við eigararnar í Íslandi, og hesar seinastu mánaðirnar fekk samskiftið eitt annað snið – meiri álvari varð í prátinum og nú er undirskrivað.

Meðan NSÍ og Víkingur leiktu dyst á Mýrunum seinrapartin í dag, gav lokali arbeiðarabossurin, Stig Davidsen, mær hesa myndina, sum hann tók fyri viku síðani, táið Samskip komu á Runavík, tí tað ikki viðraði á Oyrareingjum. Tí setti eg meg nú við knappaborðið.

Samráðingarnar hava gingið sum slíkar skulu í føri sum hesum. Ongi onnur atlit enn tey sum eru viðkomandi fyri málið hava verið partar av samráðingunum.

Kortini hildu vit báðir Sjúrður skemtandi fyri, táið skrivast skuldi undir: Nú gera vit eina Langanes-sloyfu á hetta málið.

Tað er nú einaferð soleiðis, at oldurabbi Sjúrð og langabbi mín var ein og sami maður. Jákup á Langanesi (hann var annars beiggi ommu rithøvundan Jørgen Frantz Jacobsen). Jákup og konan Birita smíðaðu sær hús á matr. no. 39b, Glyvra bygd, hon var húsfrúgv og hann legði tvey kúfóður inn - umframt at hann var gitin útróðrarmaður. Langabbi Sjúrð, Hans á Langanesi, var elsti sonurin í einum stórum systkinaflokki, meðan abbi mín, Napoleon á Glyvrum, var yngstur av systkjunum. Dóttir Hans, Julia, sum var systkinabarn pápa mín, giftist við Jákupi í Stórustovu í Seyrvági og ein av synum teirra eitur Ivan, ið flestu føroyingar kenna sum bilasølumann, hann er pápi Sjúrð. Harvið eru vit báðir Sjúrður triðji og fjórði í slekt. Langanesmenn báðir. So lítil kann verðin eisini vera, hóast hetta absolut onga ávirkan hevði á tilgongdina og úrslitið í hesum málinum

Tað skivar Tobbi á facebookvanga sínum.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi