Amerikanskur útvarpsvertur húðflettir Obama
8. størsti útvarpsverturin í USA, Mike Gallagher við 2,5 mió lurtarum hvørja viku, hevur kannað Hussein Obama, forseta 2009 – 17, og hevur funnið ein hóp av útsøgnum hjá forsetanum um átrúnað, hvør meiri avdúkandi enn onnur.
Andøvsløtan fer næstu sendingar at endurgeva nakrar trúarjáttanir hjá Obama, ið fekk friðarvirðisløn Nobels, bert tí hann var svartur og ikki hvítur.
Mike Galagher skrivar til Obama soleiðis:
-Tað var tú, ið segði hesi orð til ein islamskan døgverða: “Eg eri ein tykkara.”
-Tað var tú, sum í ABC tíðindum segði: “Mín muslimska trúgv.”
- Tað var tú, sum skrivaði, at um ein kreppa skuldi tikið seg upp okkara millum: “So haldi eg við muslimska partinum.”
-Tað var tú, sum vissaði egyptiska uttanríkisráðharran (hjá Muslimska Brøðralagnum): “Eg eri muslimur.”
-Tað var tú, sum gav $100 mió av amerikanskum skattapeningi til at byggja moskur í útlondum.”
-Tað var tú, sum bukkaði í 90 gradirs vinkli fyri tí Saudiska konginum.
-Tað var tú, sum í 20 ár sat í Liberation Theology Church, hvørs prestur, Jeremy Wright, bannaði USA til heljar.
-Tað var tú, sum slepti muslimum undan at rinda fyri Obamacare, sum allir amerikanarar máttu gjalda.
-Tað var tú, sum við vilja kubbaði orðini “givin okkum av Skaparanum”, tá tú endurgav Frælsisyvirlýsingina.
-Tað var tú, sum spottaði Bíbliuna og Fjallaprædiku Jesusar, meðan tú ferð eftir ferð sipaði til ‘HEILAGU’ Koranina.
- Tað var tú, ið øll 8 forsetaárini á ferð í islamskum londum niðurgjørdi USA.
Hetta var so fyrsti partur av dømum hjá Mike Gallagher burtur úr røðum hjá Hussein Obama. Andøvsløtan hevur tilfar til minst 2 sendingar aftrat.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











