Erbylgjufelagið er niðurlagt
Erbylgjufelagið, sum m.a. hevur stríðst við at spjeiða vitan um skaðaligu ávirkanina av 5G tøkni, er ikki virkið longur. Hetta varð niðurstøðan á aðalfundinum hjá Erbylgjufelagnum týskvøldið 21. februar 2020.
Fráfarni formaðurin í Erbylgjufelagnum, Janus D. Guttesen, skrivar á sosiala miðlinum Facebook, at verandi nevnd fór frá á aðalfundinum, eingin av teimum uppmøttu helt seg til at fara í nevndina og tí var gjørt av at niðurleggja felagið.
Facebookbólkurin hjá Erbylgjufelagnum heldur fram, men fer at broyta navn til Erbylgjubólkurin, skrivar fráfarna nevndin.
Endamálið hjá niðurlagda felagnum hevur m.a. verið, at lýsa negativu biologisku ávirkanina frá tráðleysari tøkni, so sum Wi-Fi og fartelefonmastrum, fartelefonum, tráðleysum heimatelefonum og tráðleysum internetið.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur