250 fólk til fund um ADHD
Eydnan á Oyrabakka var stúgvandi full tá ADHD felagið skipaði fyri fundi um sjúkuna ADHD síðsta hóskvøld.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, bjóðaði vælkomin og síðani vóru fleiri fyrilestrar og framløgur á skránni.
Tey sum greiddu frá vóru: Tormóður Stórá Psykiatari á Psykiatriska Deplinum og Rókur av Fløtum Jespersen psykologur á Barnapsykiatriini, ið eru av fremstu fakfólkum innan økið, sum greiddu frá ávikavist um vaksin og børn við ADHD.
Bára Silvansdóttir segði frá, hvussu tað er at fáa staðfest ADHD sum vaksin og Bjørg Dam, sum hevur barn við ADHD, segði sína søgu.
Tiltakið er liður í upplýsing um ADHD og forklárar avbjóðingarnar hjá fólkum við ADHD. Við at skilja orsøkirnar ber til at hjálpa og tillaga, soleiðis at bæði børn og vaksin við ADHD kunna mennast og fáa eina munandi betri lívsgóðsku, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.
Næsta liður í rundferðini hjá ADHD felagnum verður tann 26. mars. Tá fer ADHD felagið til Klaksvíkar. ADHD felagið ætlar sær runt alt landið og til at síggja dagarnar á heimasíðuni adhd.fo.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur