Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Dýrt at vera avbyrgd

Innanlands, Lesarabrøv | 01/02-2020 10:00

Samanberingin hjá Vinnuhúsinum umfatar ikki góðskuna á elveitingini í londunum á listanum og heldur ikki, hvussu nógvar og stórar útbyggingar hesi lond hava gjørt í eina framtíðar burðardygga elskipan.

Tað er ósakligt av Vinnuhúsinum at samanbera elprísir í Føroyum við elprísir á evropiska meginlandinum, uttan at upplýsa og taka hædd fyri fyritreytunum fyri samanberingini

Vinnuhúsið hevur sent miðlunum skriv, har róð verður fram undir, at føroysku elprísirnir eru ein bági fyri kappingarførið hjá føroyskum ídnaðarvirkjum. Samanborið verður við prísirnar á evropiska meginlandinum, og loysnina sigur Vinnuhúsið vera at skipa ein elmarknað.

Tað er undrunarvert, at Vinnuhúsið velur at koma við hesum útspæli júst nú, bert góð tvey ár eftir, at limirnir í Føroya Arbeiðsgevarafelag í kanning vístu á 16 forðingar fyri føroysk vinnulív, uttan at nevna elprísir.

Vinnuhúsið kunngjørdi í 2017, at sambært omanfyri nevndu kanning vóru størstu forðingarnar fyri føroyskt vinnulív ávikavist óstabilitetur og tung almenn umsiting, atgongd til fígging, og ov lág orka til nýskapan.

Dýrt at vera avbyrgd

Tað er rætt, at elprísurin fyri ídnaðarkundar er hægri í Føroyum enn í fleiri evropiskum londum.

Tvør høvuðsorsøkirnar eru til hetta. Fyrst og fremst, at Føroyar eru avbyrgdar og hava ikki møguleika at keypa elorku úr øðrum londum, tá á stendur. Londini, sum Vinnuhúsið samanber Føroyar við, eru knýtt í eina stóra eind við kaðalsambandi landanna millum, og kunnu keypa og selja elorku frá hvør øðrum, tá tørvur er á tí. Henda møguleika hava vit ikki í Føroyum. Vit skulu hava okkara egna back-up ella tiltaksverk, fyri at kunnu veita streym allan sólarringin, uttan mun til veður og vind, og uttan mun til eftirspurningin eftir elorku.

Í seinna lagi verður stórur partur av elorkuni í Evropa framleiddur úr koli og kjarnorku, sum eru væl bíligari enn olja.

Elprísurin í Føroyum er settur eftir kostnaðinum fyri at reka elskipanina og fyri at gera neyðugar útbyggingar.

Yvirskotið, sum Vinnuhúsið speiskliga sipar til, verður verandi í skipanini og verður brúkt til eginfígging av útbyggingum – bæði fyri at nøkta vaksandi tørvin á elorku, serliga hjá ídnaðarkundnum, og fyri at byggja eitt meira burðardygt samfelag. Seinnu árini hevur SEV í miðal gjørt íløgur fyri yvir 300 mió. kr. um árið í framleiðslu og net.

Hesar íløgur eru samstundis viðvirkandi til ein framtíðar bíligari elprís fyri øll, tá alsamt størri partur av elframleiðsluni verður burðardyggari og bíligari.

Ófullfíggjað samanbering

Samanberingin hjá Vinnuhúsinum umfatar ikki góðskuna á elveitingini í londunum á listanum og heldur ikki, hvussu nógvar og stórar útbyggingar hesi lond hava gjørt í eina framtíðar burðardygga elskipan.

Góðskan á føroysku elveitingini er høg, og kemst tað serliga av tí miðvísa arbeiði, sum hevur verið gjørt seinastu árini, við at dagføra og útbyggja føroyska elnetið. Danir hava eina sokallaða ’uppitíð’ á 99,99 prosent, sum er tann hægsta í Evropa, og í Føroyum liggja vit á 99,96 prosentum.

Harumframt eru vit í Føroyum væl framman fyri flestu londini í Evropa, tá ræður um útbyggingarnar, sum skulu til fyri at nøkta framtíðar krøv. Her hava lond sum eitt nú Luxemburg, sum hevur bíligasta elprís í Evropa, trupulleikar við at fylgja við, tí fígging er ikki til útbyggingar orsakað av lága prísinum.

Tvey onnur oyggjasamfeløg eru við í samanberingini. Hesi eru Malta og Kypros, men bert Kypros er avbyrgt eins og Føroyar. Malta er knýtt í kaðalnetverkið í Evropa. Tølini vísa, at kostnaðurin fyri el á Kypros táttar í kostnaðin í Føroyum.

Fyrimunir og vansar við at virka í Føroyum

Vinnulívið, og serliga alivinnan, hevur víst hegni og hevur dugað øgiliga væl at gagnnýtt teir natúrligu fyrimunirnar, sum eru við at búleikast og virka í einum avbyrgdum oyggjasamfelagi í Norðuratlantshavinum.

Men eins væl og natúrligir fyrimunir eru eisini natúrligir vansar við at búleikast og virka í einum avbyrgdum oyggjasamfelagi. Ein av hesum vansum er, at tað er dýrari at reka eina fullfíggjaða elskipan, við somu góðsku sum í restini av Evropa, og tí er kostnaðurin fyri el natúrliga hægri.

Hjá SEV eru vit fegin um góða samstarvið, sum vit hava við vinnukundar, herundir ídnaðarkundar okkara. Nógvar av stóru útbyggingunum, sum SEV hevur gjørt seinastu árini, hava verið neyðugar fyri at nøkta tørvin hjá serliga alivinnuni, og eru gjørdar í tøttum samstarvi við hesar kundar.

Hvørja ferð føroyskt vinnulív, eitt nú ein alifyritøka, víðkar um virksemi sítt við annaðhvørt at byggja út ella at fara undir virksemi á nýggjum stað, setir tað stór krøv til SEV, sum skal hava nøktandi elveiting til reiðar, tá fyritøkan fer undir nýggja virksemi sítt. Í fleiri førum hevur hetta kravt nýggjar koblingsstøðir, kaðalleiðingar, víðkaðan motormátt v.m., sum eru útbyggingar fyri milliónir.

Havandi í huga hetta góða samstarvið og tær treytir, sum vinnan annars hevur at virka undir, og sum vinnan sjálv hevur víst á í kanning hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, kann tað tykjast margháttligt, at Vinnuhúsið nú, bert góð tvey ár seinni, brádliga vísir á, at elprísirnir eru avgerandi fyri kappingarførið hjá føroysku fiskavøruframleiðarunum.

Somuleiðis er tað undrunarvert, at loysnin hjá Vinnuhúsinum er ein lítið undirbygd áheitan á landsmyndugleikarnar um at broyta føroyska elmarknaðin fyri at ’fáa gongdina í føroysku ídnaðarprísunum aftur á beint’, umframt ein umbøn um at sleppa upp í part í hetta arbeiðið.

Stuðulsskipan fyri ídnaðarvirkir

Ídnaðarkundarnir hjá SEV eru partar av eini kreppuskipan, sum varð sett í verk av politisku skipanini í 1992, tá útflutningsvinnan lá tungt í sjónum og mett var neyðugt at veita henni stuðul. Henda skipan er ongantíð ógildað aftur, og tískil fær útflutningsvinnan framvegis lægri elprís enn onnur.

Ískoytið hjá ídnaðarkundunum til avlopið hjá SEV liggur sostatt væl undir ískoytinum hjá øðrum vinnukundum og privatu húsarhaldunum.

Teir ídnaðarkundar, sum í størstan mun merkja høgu elprísirnar, eru frystihúsini. Her kundi Vinnuhúsið saman við politisku skipanini arbeitt við eini loysn fyri júst hesar kundarnar, møguliga við at endurskoða kreppuskipanina frá 1992.

sev.fo

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi