Lítil tryggleiki fyri søguligu rættindunum
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur fleiri ferðir ført fram at verandi reiðarar varðveita síni søguligu rættindi. Bert tey tons ið eru omanfyri verða koyrd á uppboðssølu. Men verðuleikin er ein annar.
Sambært uppskotinum hjá Høgna Hoydal, so skulu bert tey tons ið fara uppum eitt ávíst mark seljast á uppboðssølu. Tey tons ið eru niðanfyri markið, verða roknaði sum søgulig rættindi og fáa frið.
Í uppskotinum, sum sent er til hoyringar, verður t.d sagt at søguligu rættindini av toski eru 10.000 tey fyrstu tonsini av heildarkvotuni. Verður heildarkvotan t.d 12.000 tons, so selur man 2.000 tons á uppboðssølu.
At síggja til, skuldi tað tryggja at man ikki tekur grundarlagið undan virkseminum hjá verandi aktørum.
Men hetta er ikki heilt rætt. Tí uppskotið hevur eina innbygda mekanismu, ið tryggjar at søguligu rættindini við tíðini minka, og talið av tonsum ið skulu á uppboðssølu økjast.
Um kvotan eitt ár økist frá t.d 10.000 tonsum til 12.000, so verða, sum nevnt, hesi 2.000 seld á uppboði. Men minkar kvotan aftur t.d niður á 11.000, so verður hendan minking prosentvís býtt millum søguligu rættindini og uppboðssølupartin. Nýggja býti er tá 9.167 tons til tey søguligu rættindini, og 1.833 tons verða seld á uppboðssølu. Søguligu rættindini eru harvið minka gott 800 tons.
Og hendan gongdin heldur fram hvørja fer sveiggj er í heildarkvotuni. Ímynda vit okkum at kvotan triða ári verður 8.000 tons, so verður søguligi parturin 6.667 tons, og uppboðssøluparturin 1.333 tons.
Í prosentum merkir hetta, at parturin ið hoyrir til søguligu rættindini við tíðini vil minka. Tí hóast, tey minka tá kvotan minkar so er tað avmarka hvussu nógv tey vaksa í tonsum tá heildarkvotan økist.
Tað sama ger seg galdandi fyri hini fiskasløgini.
Um vit halda fast í toskinum, og ímynda okkum at skipanin varð sett í gildi í 1996, so var man longu í 2003 komin til, at søguligu rættindini vóru minkað niður í 24% av heildarkvotuni og 76% skuldu seljast á uppboðssølu. Tað vil siga at søguligu rættindini minka niður í ein fjóring eftir bert 7 árum.
Tølini eru bygd á útrokningar ið vinnan, við serkønari hjálp, hevur gjørt saman við mynduleikunum
Dømini eru lýst á tabellunum niðanfyri:
Um skipanin var sett í verk í 1996:
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avgerð tikin um at fara til samráðingar við Russland fyri 2025
Ein H-bygingur og annar
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frídømt í Landsrættinum
Fráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Krógva seg fyri veljarunum
Loynifundur á Strondum
Lygn samgongan
Russar fyrireika álop
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Sjúrður tryggjað fígging til sjósavn, filmsframleiðslu og náttúrugransking
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur