Leysaløtan - Øll sendingin - 7. feb 2020
Í sendingini hesaferð:
Páparættindi fyri meira javnstøðu eru á skrá. Leysaløtan var við í Norðurlandahúsinum tá frágreiðingin frá Norðurlendska Ráðharraráðnum "State of Nordic Fathers" varð løgd fram. Frágreiðingin kannar, hví norðurlendskir pápar ikki brúka barnsburðarfarloyvi teir hava rætt til og hvørjir ágóðar eru fyri pápar, sum fara í barnsburðarfarloyvi.
Umhvørvisvinarlig bygging og lóggávan á økinum er eisini á skránni. Kári Thomsen, arkitektur, er gestur um hetta evnið.
Og so hevur Birgir Waag Høgnesen tosað við Palla Mortensen, deildarleiðara á deildini Útgjald hjá Almannaverkinum, um pensjónir.
----------------------------------------------------------------------------------------------------
Leysaløtan er hvønn fríggjadag kl. 13, endursent á midnátt og leygarmorgun kl. 10
Annika Bolton Mortensen leggur til rættis.
Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra sendingina.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur