Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

FORFYLGING - føroyingar fylgja væl við 

Kristiligar Tíðindasendingar | 09/02-2020 09:00

Komandi vár er eitt ár liðið, síðani Klaksvíkingurin Rói Norðoy tók stig til at stovna eina føroyska deild umboðandi altjóða felagsskapin OPEN DOORS. 

Tað var Hollendarin, vanliga róptur Brother Andrew, sum stovnaði Open Doors í 1955 við tí eina endamáli at hjálpa teimum kristnu handan jarntjaldið. Í dag arbeiðir felagsskapurin á altjóða støði í fleiri enn 60 londum, og høvuðsmálið er framvegis at veita hjálp til tey kristnu, sum  verða forfylgd, og at miðla kunning í tí fría heiminum um teirra støðu.

Kristiliga Tíðindasendingin hevði samrøðu við Róa Norðoy, sum er dagligur leiðari av føroysku deildini. Rói upplýsti, at føroyska deildin hevur, síðani deildin varð stovnað, fingið dygga undirtøku frá frísamkomunum í Føroyum og somuleiðis frá fólkakirkjuni.

Eisini upplýsti Rói, at ein av arbeiðssetningunum hjá føroysku deildini er at senda umboð úr Føroyum til støð har forfylging fer fram, soleiðis, at “vit sjálvi uppliva hesi fólkini og hoyra teirra søgur, og síðani miðla tíðindini víðari til føroyska fólkið!”

Rói sigur, at hetta seinasta árið hevur føroyska deildin hjá Open Doors vitja í nøkrum londum og møtt familjum og kirkjum, sum líða undir forfylging; m.a. hevur verið vitjað í londum í Miðeystri. Framtíðarætlanin er at gera tvær vitjanir úr Føroyum um árið til støð, har aktuel atsókn av Kristnum fer fram. 

Altjóða felagsskapurin Open Doors fyrireikar og leggur fram á hvørjum ári ein alheimslista yvir tey lond, sum fremja forfylging av Kristnum. Á listanum verða londini sett í talrað, sum er ein ábending um hvørji lond standa fyri teimum størstu atsóknunum.  

Fyri fyrstu ferð er listin lagdur alment fram í Føroyum. Rói Norðoy sigur, at listin varð lagdur fram í Bispagarðinum mikudagin 15 januar har Jógvan Fríðriksson bispur, løgmaður, landsstýrisfólk, flokksformennirnir og tingformaðurin vóru til staðar. Rói er sera takksamur fyri, at tað almenna Føroyar tekur so væl undir við hesi framløgu og vónar, at Føroyska fólkið, við samkomum og kirkjum, fer at geva teimum atsøktu størri rúm. Ætlanin er, at alheimslistin skal verða lagdur fram í Føroyum á hvørjum ári í framtíðini.  

Um ein ynskir at síggja listan fyri 2020, sum á enskum eitur WORLD WATCH LIST (ALHEIMSLISTIN) so kann ein fara inn á Facebook-vangan hjá OPEN DOORS FØROYAR. Á alheimslistanum fyri 2020 stendur Norður Korea sum nr. 1 millum tey lond, har størsta forfylging av kristnum fer fram í dag.  

Á facebook-vanganum hjá Open Doors Føroyar er møguleiki at fylgja við arbeiðinum hjá Open Doors Føroyar. Arbeitt verður at gera eina heimasíðu. Um ein ynskir at gerast limur ella stuðla, og um kirjur, samkomur ella felagsskapir ynskja at fáa vitjan av Open Doors Føroyar kann ein ringja á tlf: 285663. 


Kristiliga Tíðindatænastan 
v/poul jóhan djurhuus  
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi