Coco Pops eru nú í Bretlandi vorðin meiri politiskt korrekt
Í áratíggju hava kvinnur rættað ójavnar, tær hava kent seg undirmettar av móti kallkyninum. Menn hava ypt øksl og lorað fyri flestu politiskt korrektum (PC) krøvum frá tí fyrr ‘veikara’, men nú minst javnsterka kyninum.
Nú var ovboðið hjá særdum monnum, ið hildu kvinnurnar hava vunnið seg ein stavn fram um menn, tá um galt ta populera sukursvansið Coco Pops.
Á bretskum Coco Pops pakkum hevur í áravís staðið: ‘Bøtt uppskrift, elskað av børnum og góðkent av mammum.’ Nakrir menn hava fingið so nógva tíð til avlops, at teir varnaðust henda grova mismun hjá Coco Pops móti monnum.
‘Pápar fyri javnrætti’ klagaðu um sín særda stoltleika á morgni. Ein formlig kæra til Kellogs frá deildini hjá matvøruketuni Asda í Peterborough gav úrslit.
Nú hava menn vunnið tann PC stórsigur, at Kellogs hevur broytt sítt rakstrarróp á Coco Pops pakkum við sukursøtum, fitandi, tannbrennandi og sjokulátupoppaðu rískornum til: ‘Góðkent av foreldrum.’
Stórsigur fyri manskynið og ein ósigur fyri kvinnurnar... ella hvat? Vit hava fingið tað alt ov gott og lætt. Nær fara kvinnur og menn at havast okkurt samfelagsgagnligari at ístaðin fyri at spilla tíð og orku til PC-skaðiligt tvætl?
Eitt kundi verið at givið okkara forkelaðu børnum meiri mergjaðan kost og givist at keypt teimum fitandi, tannbrennandi, sukurpoppaðan morgunmat.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











