Danmark ríður á røðini til at gerast avlamin klientstatur
Granskingarstovnurin CEPOS kunngjørdi nú ein dagin, at Danmark er helst heimsins fremsta forsorgar- ella klientland. CEPOS grundgav soleiðis um okkara ríkisfelaga, ið hevur uml. 5,6 mió íbúgvar, harav 10% útlendingar:
Uml. 2,1 mió vaksnir danir fáa almenna veiting av onkrum slag, íroknað 1,1 mió fólkapensionister. Ein undur í, at Danmark er ein magnet fyri tilflytarar.
Eingin skal billa sær inn, at tað ber til at vera vælferðarland fyri øll heimsins fólkasløg, meðan vinstravongurin roynir at leggja øll landamørk niður.
329.000 danir fáa lestrarstuðul frá SU.
190.000 persónar fáa dagpening og kontanthjálp.
199.000 danir eru fyritíðarpensjonistar og 49.000 fólk fáa eftirløn.
Íalt eru 4,6 mió danir yvir 18 ár, ið merkir, at 46% av tilkomnum dønum fáa almannaveiting av einhvørjum slagi. Kapitalisman má vera heimsins besti, sterkasti og - ein freistast til at siga - einasti vælferðarframleiðari, ið munar.
Danska Korte Avis skrivar, at stóra vallyftið í fjør hjá Mette Frederiksen (og donskum miðlum sjálvsagt) um nýggjan friðskjólspolitikk er fallin fyri bakka.
Í valstríðnum gartaði Javnaðurin um nýggjan friðskjólspolitikk, ið bæði kundi økja talið og ‘góðskuna’ og serliga sosialt rættvísi í tilflytingini til Danmarkar.
Lykilin var, at fleiri ES-lond skuldu skipa ein felags stovn í einum landi, hvørs uppgáva varð at viðgera umsóknir frá øllum landastrokum í Evropa og býta hesi heimsins (les: afrikansku og muslimsku) reikarar millum ES-limalond.
Nú er greitt, at kommunistisku stuðulsflokkarnir hjá Mette Frederiksen, Alternativet, Eindarlistin og serliga Radikalt Venstre, krevja fleiri tilflytarar.
Harnæst vil einki ES-land hýsa einum uppsavningar- og útlutingarstovni fyri alt ES. Sebastian Kurz (Eysturríki) og DF hava fyrr roynt tankan til fánýtis.
Nú roynir Mette Frederiksen at biðja borgarligu flokkarnar hjálpa sær til meiri aktivan tilflytarapolitikk. Omaná hevur Lars Løkke fyri Danmark skrivað undir altjóða avtalu í Marokko, at øll rekavætti hava ST-tryggjaðan mannarætt til hjálp, og nú telur staðfesting hjá heimsins fólki meiri enn borgararættur. Tað merkir siðbundin tjóðskapur víkir fyri globalismu. Landamørk mugu víkja.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











