Nólsoyarstova skal aftur prýða Kongabrúnna
Í hesum døgum verður Nólsoyarstova á Kongabrúnni í Havn sett í stand. Tað er byggifelagið Eysturlon, sum ger hettta arbeiði.
"Vit ætla at fáa upprunaliga handverkið so væl fram sum til ber, so at serstaki bygningurin aftur prýðir Kongabrúnna," skrivar byggifelagið Eysturlon á sosiala miðlinum Facebook. Tað er eisini Eysturlon, sum eigur myndirnar av umvælingararbeiðinum.
Húsini eru søgulig. Tey eru bygd í 1780. Navnið “Nólsoyarstova” kemur frá Jákup Nolsøe, sum var handilsforvaltari, og hann var beiggi Nólsoyar Páll.
Í Nólsoyarstovu hevur verið nógv ymiskt virksemi. Har hevur millum annað verið klædna- og broderíhandil, Reiðarafelagið hevur havt skrivstovu har, Dimmalætting helt til í Nólsoyarstovu í 80’unum og matstovuvirksemi hevur eisini verið har.
Nú verða seks íbúðir gjørdar í Nólsoyarstovu og tað er hetta arbeiði, sum er farið í gongd.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur