Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bíðitíðin til serlækna nógv stytt

Heilsa, Innanlands | 17/02-2020 13:00

Bíðitíðin at sleppa til útgreining hjá serlækna í neurologi er stytt úr 10 niður í 3 mánaðir hetta síðsta árið.

Landssjúkrahúsið arbeiddi í 2019 miðvíst fyri at stytta um bíðilistarnar til serlækna í neurologi, sum fólk við neurologiskum sjúkum, m.a. Parkinson, scelerosu og epilepsi hava tørv á.

Eins og í londunum rundan um okkum er torført at fáa neurologar í fast starv. Landssjúkrahúsið hevur eina konsulentskipan við seks serlæknum í neurologi, ið dekka breitt, og sum eisini hava hvør sítt sub-spesiali.

Núverandi konsulentskipan tryggjar, at serlæknar í neurologi eru á Landssjúkrahúsinum 32 vikur um árið. Áðrenn komu teir 16 vikur um árið. Hetta hevur havt við sær, at medisinski depilin innan fyri eitt ár hevur stytt um bíðitíðirnar úr 10 mánaðum niður í 3 mánaðir.

Skipanin tryggjar somuleiðis, at allir føroyskir parkinsonsjúklingar verða viðgjørdir av neurologi við parkinsonsjúku sum serøki. Tænastan til neurologiskar sjúklingar er nógv batnað seinasta árið og stendur sum heild ikki aftanfyri tænasturnar, sum sjúklingar í Danmark fáa.

Neurologiska viðgerðin er ein av mongu heimtøkunum, ið Landssjúkrahúsið áhaldandi arbeiðir við. Tað, at kunna bjóða føroyskum sjúklingum viðgerð í Føroyum, hevur alt at siga fyri sjúklingin, tey avvarðandi og okkum sjálvi sum sjúkrahúsverk, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum.

- Tað er sera umráðandi fyri sjúklingin og avvarðandi at halda fast í og menna serøkið í Føroyum, og í dag megna vit at geva viðgerð á sera høgum støði. Tað er avgerandi fyri heilsuverkið, at vit ogna okkum vitan og varðveita hana lokalt, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Tá talan er um serliga kompliseraðar neurologiskar sjúklingar hevur Landssjúkrahúsið eitt væl virkandi samstarv við neurologiskar deildir í Danmark.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi