Vánaligt sýni orsøk til tyrluvanlukku við Svalbard í 2017
Vánaligt sýni var orsøkin til eina tyrluvanlukku við Svalbard í 2017. Vanlukkan hendi uttanfyri Heerodden á Svalbard, og átta russarar doyðu í vanlukkuni.
Í frágreiðingini hjá Skaðanevndini sæst, at allir átta menninir umborð á tyrluni lupu úr henni, men ongin teirra hevði flótivest ella yvirlivilsisbúna.
“Vit mugu rokna við, at teir átta menninir eftir fáum minuttum er vorðnir so kaldir, at teir ikki megnaðu at halda sær uppi, tí tað var bæði kalt og ringur sjógvur,” stendur í frágreiðingini hjá norsku Skaðanevndini.
Onki bendir á, at tyrlan hevði tøkniligar trupulleikar.
Vanlukkan hendi seint í oktober 2017. Líkið av einum teirra varð funnið nakrar dagar seinni, hinir komu ongantíð afturíaftur.
Tyrlan varð funnin á 209 metrar dýpi tveir kilometrar uttanfyri Heerodden á Svalbard.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur