Seminar í Føroyum: Um broytingar í arktiska økinum
Granskingarseminarið, sum Fróðskaparsetur Føroya verður vertur fyri í døgunum 24. til 28. februar, kallast "Leiðin til Arktis". Talan er um eitt tvørfakligt granskingarsamstarv, har dentur verður lagdur á broytingar í arktiska økinum við atliti at samfelagi, burðardygd og veðurlagi. Tað skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu síni.
Fleiri granskarar og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya verða við og leggja fram, á árliga tiltakinum, Gateway to the Arctic VII. Universitetið í Versailles í Paris og REKLIM í Týsklandi eru stigtakarar, men granskarar koma eisini frá pólgranskingarstovni í Týsklandi, lærda háskúlanum í Íslandi, arktiska universitetinum í Noregi og so frá Fróðskaparsetri Føroya, umframt frá m.a Umhvørvisstovuni.
Í ár fáa umhvørvisvernd og veðurlagsbroytingar stóra rúmd, og yvirskriftin fyri seminarið er "Leaving the beaten path - how can sustainable development be reconciled with environmental protection and climate change?".
Granskararnir frá Fróðskaparsetrinum, sum fara at leggja fram, eru Bergur D. Hansen, Hallbera West og Ragnheiður Bogadóttir, skrivar Setrið.
Granskingarseminarið verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur