Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Corona

Innanlands | 19/02-2020 10:00

Eg hevði eina ommu, sum var so sera røkin og vaskaði alt og øll. Minnist í hennara heita, hugnaliga køki, hvussu væl mann varð vaskaður í balju á gólvinum.

Eg hevði eina ommu, sum var so sera røkin og vaskaði alt og øll. Minnist í hennara heita, hugnaliga køki, hvussu væl mann varð vaskaður í balju á gólvinum. Langa síða hárið hjá mær varð vaskað og skolað og greitt væl og virðiliga.

Vit hava ofta prátað um, hvussu skínandi reint alt var hjá ommu og hava ofta undrast á, hví tað var lívið um at gera. Vit systkinabørn eru so komin til ta niðurstøðu, at tað var lívið um at gera hjá ommu! Hon var barn, tá tuberklarnir herjaðu, og hon misti fleiri vaksin systkin mitt í teirra fríska unga lívi. Við eitt, so vóru tey burtur. At missa systkin eru ógvisligar hendingar, so tað umráddi at fyribyrgja, og ein aðaltáttur var reinføri! Eins og læknaheimurin kom eftir at reinføri skuldi til, so alt slíkt, sum ikki sást við berum eygum skuldi kókast, skoldast, hitast, frystast til tað ikki kundi gera nakran skaða.

Pápi, sum í ár hevði fylt 102 ár, helt at størsta frambrotið í hansara lívi var pensillinið. Hann plagdi at siga frá, tá hann tólv ára gamal, stríddist  fyri lívinum, illa sjúkur av lungnabruna. So illa var statt, at familjan kom kropp á kroppi inn á kvistin at mussa hann og siga farvæl og ”síggjast hinumegin”.

Hann kom fyri seg aftur uttan heilivág, men hendingin sat í honum.
Sjálv minnist eg, hvussu tað var at hava barnasjúkur. Lá sjúk av fárasjúku og minnist fitta kommunulæknan Dr. Højgaard koma á gátt og taka eina skeið, sum hann koyrdi í mín munn og síðani til beiggja mín, so hann kundi fáa smittuna.

Fekk ein meslingar ella reydlingar, so lá alt grannalagið, og mann varð hildin leingi inni.

So hendi tað fantastiska, at øll kundu koppsetast, so barnasjúkurnar kundu hvørva. Av onkrari løgnari sannføring halda summi foreldur í dag, at tað skulu tey ikki gera. Men barnasjúkurnar hvørva, og Polio og aðrar ræðuligar sjúkur, sum man enn minnist onkran at hava fingið og sum gekk avlamin í Havnar gøtum, eru burtur.

Og tá vit halda alt vera trygt og gott, moderna heilsuverk og nógvar barnakanningar og eftirlit, so øll kunnu fáa heilsugott lív, so daga aðrar sjúkur undan. HIV og AIDS, SARS, Ebola, tó eru onkrar av hesum bastar ella hildnar niðri.

Men vit hvøkka við, tá vit hoyra slík tíðindini, tí tað letur upp fyri ræðandi veruleika.

Hvørt mansbarn hevur hoyrt um Corona virussið. Vit fylgja við hvussu mong eru smittaði og doyggja og síggja myndir, hvussu tey í Kina royna at lívbjarga sær og goyma seg inni. Tað loypir ekka á, tí heimurin er vorðin so lítil, flogfør binda heimin saman og menniskjuni eru nógv.

Onkur hugsar, at ”vit hava gott heilsuverk, tað mann fara at ganga, tað kemur ikki til Føroyar? Teir finna okkurt andevni, áðrenn tað kemur henda vegin”.

Men hví verða vit so bangin? Tað mann vera tankin, at tað kann raka meg og míni? Eg kann doyggja! Kann ongin og onki hjálpa mær? Lívsmegin er ófatuliga sterk í flestu menniskjum og vit hava torført við at hugmynda okkum deyðan í okkara gerandisdegi. Vit vita, at ein ”seinasti søludagur er”, men hann liggur langt úti í framtíðini, hóast  vit dagliga í útvarpinum hoyra, hvør er farin foldum frá.

Nú hoyra vit alla tíðina, at tað er eitt leystgangandi virus, sum drepur á síni ferð og við eitt, so er tað konkret, tí tað kann ráma teg og meg.

Tá vit skulu sammeta ella seta í perspektiv, so mugu vit bakka og minnast og lurta og lesa, hvat ættarlið gjørdu undan okkum. Eru vit meiri óttafull í dag? Tá eg var barn, var ongin fartelefon, ein telefon var í húsinum, og hon var føst í vegginum, vit ótu grind og spik eina ferð um vikuna, snarlásini vóru full av nikkel, ongir bjargingarvestar ella endurskin og fallhjálmar, ongi trygdarbelti í bilinum og tey vaksnu royktu alla staðni, bleytar plátur í húsunum og vandamikil máling, ongir alarmar í barnavogninum, bara mammur, sum av og á skeittu niður í vognin, vit tóku tyggigummi upp av vegnum og tugdu víðari, vit hoyrdu tíðindini á middegi og um kvøldið, og tað var tað. Í dag eru vit á staðnum, har tað hendir, so at siga. Loftbornu miðlarnir eru har, og vit mugu taka støðu og meta um.

Fara vit longur aftur, so hava vit hoyrt um og lisið at tey gomlu, tá tey hildu at fráfaringarløtan nærkaðist, ”gjørdu sítt hús upp”, tey evnaðu líkklæðini til og húsini vóru bygd soleiðis, at eitt vindeyga kundi latast upp, so kista slapp inn og út. Livdu tey meiri ekkaleys? Neyvan! Hvør tíð hevur sínar avbjóðingar og gleðir, sum vit laga okkum eftir.

Kanska hava vit evaluera Guð burtur, tí betri er at líta á lágt BMI, 12.000 fet um dagin og sjálvhjálparbøkur, sum læra meg at anda ella at virðismeta alt og øll, og vera innovativ til man verður ørur í høvdinum.

Kanska undanfarin ættarlið vistu, at kroppur og likam ferst, sum alt annað, og tá tíðin er búgvin, so endi eg aftur í teim livandi hondunum, sum varliga settu meg á jørðina?

Tað skrivar Armgarð Arge á folkakirkjan.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi