Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Johan Mortensen: "Tjaldur ver ó-vælkomið"

Innanlands, Lesarabrøv | 19/02-2020 09:30

Okkara grannar fyri sunnan í Orkney hava stóran alsk til tjaldrið. Teir hava ikki minni enn trí heiti á hesum okkara várboðara, “tjaldr” er eitt av heitunum. Eg havi ein góðan vinmann í Kirkwall, hann er bóndi og garður hansara liggur oman til fjøruna. Hvørt ár um hesa tíð eri eg vanur at forvitnast hjá honum um tjøldrini eru komin til Orkney. Eru tey koman til Kirkwall so eri tey hjá okkum um skamma stund.

Ofta síggjast tey fyrstu tjøldrini í Suðurstreymoy í Kaldbaksbotni. Á Kráartanga er fuglalív heila árið ; æður, hegrar, gjør, havgæs, toppentur og so tjøldrini. Ikki er økið stórt, men allar ársins tíðir er okkurt at síggja. Nú nærkast Grækarismessa og tey fyrstu tjøldrini í væntu. Í mong ár hevur okkara familia – sum so mangar aðrar i Havn- leita sær inn í Kaldbaksbotn at hoyra og síggja tey fyrstu tjøldrini, tað fyrsta klippið, altíð líka kærkomið og hugaligt. Stuttleikin at kveikja og vekja ansin hjá ommubørnunum fyri náttúruna.

Pápi mín, Axal sáli, var fuglakønur og sera vitandi um fugl og náttúru og lærdi hann okkum nógv. Stutt áðrenn hann fór hagani bilaði sjónin. Ein dagin um Grækarismessuleiti bað hann meg koyra seg til Kaldbaksbotn so hann enn einaferð – síðstu ferð ! – kundi hoyra klippini av Kráartanga.Jú, ein stórur flokkur var komin i góðveðrinum sunnan ur Orkney og tey heilsaði pápi nú hann var ferðabúgvin.

Kráartangi og Kaldbaksbotnur eru eitt “mini “paradís fyri fugl. Men Kaldbaksfjørður og botnurin fáa bara ikki frið. Nú er ein bátahylur lagdur beint við Kráartaga. Ikki væl frágingin , eitt ljótt stórt plastikrør skamskemmur nú fittu ánna og alt økið ávirkað. Hevur okkara Havnanevnd ongan landslags arkitekt ?

Øll loyvir eru sjálvandi fingin til vega, tað stendur ikki á, men tíðanverri verða tjøldrini ikki spurd,. Ein bátahylur so nær einum viðkvomum fuglaøki vildi ongantíð fingið byggiloyvi í grannalondunum.. Er allur ansur og gleði yvir náttúruna við at hvørva í Tórshavn ? Hava skjótibreytir og bátahylar hægri prioritet enn tað sindri vit hava eftir av fugli ?

Úrmælingurin Sverri Patursson úr Kirkjubø (1871-1960) okkara fyrsti grøni umhvørvisaktivistur, hann sum bað um at lata “heiðafuglin og smáfuglin” fáa frið, hann tók stig til fyrsta Grækarismessuhaldið í Havn í 1943. Skjótt verður ongin grund at halda Grækarismessu longur. Sverri Patursson hevði ógvast um okkara líkasælu við náttúruni var hann millum okkara ídag.

Johan Mortensen


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi