Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tórhallur við Gil: Egintíðina eigur lærarin – og eingin annar!

Innanlands, Lesarabrøv | 20/02-2020 08:00

Tað er ymiskt, hvussu, hvar og nær lærarar fyrireika seg best, og endamálið er sjálvandi at fáa eina so góða undirvísing sum gjørligt. Tí mugu vit ikki víkja ein tumma, um onkur ætlar at pilka við hesa skipan. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags.

Í hesum døgum er nógv trýst á lærarastarvið og umstøðurnar hjá lærarum sum heild. Lærarar verða støðugt trýstir at undirvísa meira, og nógvir lærarar undirvísa í dag 27-28 tímar vikuna. Samstundis verður tikið av tíðini, sum skal setast av til felags ráðlegging og lærarasamstarv. Tey, sum seta tílík tiltøk í verk, og veruliga halda, at vit fáa ein betri skúla á henda hátt, munnu hava etið bláseym. Úrslitið av slíkum tiltøkum er í fleiri førum, mugu vit tíverri staðfesta, sperdir lærarar, sum alla tíðina mugu renna skjótari, og tað er hvørki til gagns fyri læraran ella næmingin.

Hetta er ikki ein hugalig gongd, og viðhvørt er trupult at síggja nakrar glottar, tí eisini onnur viðurskifti, sum snúgva seg um rættindi og arbeiðskor hjá lærarum, eru undir støðugum trýsti. Her hugsi eg t.d. um egintíðina hjá lærarum. Egintíðin, sum lærarin m.a. skal brúka til at fyrireika og eftirmeta sína undirvísing og at samskifta við foreldur uttan fyri skúlatíð. Hesari egintíð ræður lærarin fult og heilt yvir.

Tað er ymiskt, hvussu, hvar og nær lærarar fyrireika seg best, og endamálið er sjálvandi at fáa eina so góða undirvísing sum gjørligt. Tí mugu vit ikki víkja ein tumma, um onkur ætlar at pilka við hesa skipan. Onkuntíð kann vera trupult at gjøgnumskoða, at roynt verður at skava av egintíðini. T.d. hoyrist um skipanir, har ætlanin er at binda læraran á skúlanum ein part av egintíðini ella kanska alla, sum hon er, og “afturfyri” skal lærarin so fáa eitt sindur meir í løn. Grundgevingin fyri, at neyðugt er at binda egintíðina á skúlanum, er, at tá ið lærarar arbeiða t.d. í sjálvstýrandi toymum, er neyðugt við meir lærarasamstarvi, og tí mugu lærarar vera á skúlanum.

Hendan grundgevingin heldur barasta yvirhøvur ikki! Um hildið verður, at lærarar skulu samstarva meir, er bara at taka nakrar tímar av undirvísingartímatalinum hjá tí einstaka læraranum og brúka ta tíðina til lærarasamstarv, tí lærarar í Føroyum undirvísa alt ov nógv, sum er.

Eisini er tað ein margháttligur hugsanarháttur at halda, at bara lærarin er meiri á skúlanum, tess betri verður undirvísingin. Er tað kanska tí, at ein ikki hevur álit á lærarunum, tá ið teir ikki síggjast til arbeiðis á sjálvum skúlanum? Verður alt betri, bara lærarin er bundin á skúlanum? Hyggja vit t.d. at donsku skúlaskipanini, har lærararnir vórðu bundnir á skúlanum, er sjón fyri søgn, at støðan ikki er blivin betri nú 6 ár seinni. Tvørturímóti er danski fólkaskúlin í svárari neyð, og stór tiltøk vera sett í gongd til tess at bjarga honum.

Eg má siga fyri mítt viðkomandi, at ígjøgnum míni knapt 16 ár sum lærari í føroyska fólkaskúlanum hevur egintíðin verið ein av hornasteinunum í mínum yrki. Hon hevur gjørt, at eg havi kunnað fyrireikað mína undirvísing og stóran part av mínum arbeiði, tá ið eg sjálvur havi hildið tað verið best. Tað kann bæði hava verið heima við hús ella onkra aðrastaðni, men eg havi kunnað valt sjálvur. Egintíðin gevur eitt ávíst frælsi, og hetta frælsi hevur so avgjørt gjørt sítt til, at eg havi trivist so væl í lærarastarvinum, og man onkur annar lærari ikki eisini kenna seg aftur í hesum.

Greinin stendur á skulabladid.fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi