Jóan Símun Edmundsson kanska brotið nøsina
Landsliðsframherjin breyt kanska nøsina, tá hann fekk ein alboga í andlitið í dystinum móti Andorra leygardagin.
Landsliðsframherjin Jóan Símun Edmundsson hevur kanska brotið nøsina, og í løtuni er óvist, um hann verður við, tá OB fríggjadagin brestir saman við Halli Hansson og AC Horsens.
Orsøkin er albogin, sum framherjin fekk longu í áttanda minutti av landsdystinum í Andorra leygardagin. Jóan Símun Edmundsson dróg framvið nøkrum verjuspælarum inni í brotsteiginum hjá Andorra, áðrenn hann fekk albogan hjá Ildefons Lima, liðskiparanum hjá Andorra, í andlitið.
Nøsin er somikið hovin í løtuni, at læknin enn ikki hevur fingið staðfest, um hon er brotin ella ikki, og landsliðsframherjin má bíða til mikudagin, áðrenn tað verður greitt.
Bruskið í nøsini hevur flutt seg, og Jóan Símun skal opererast fyri at seta næsaveggin upp á pláss aftur. Hetta verður tó ikki gjørt fyrr enn í summar- ella vetrarsteðginum.
Tað verður arbeitt við at fáa eina masku at spæla við, men sambært Jóan Símuni sjálvum er framvegis óvist, um hann nær at spæla dystin móti AC Horsens og landsliðsfelagnum.
Um neyðugt verður við steðgi, kemur tað ikki bert illa við hjá Jóan Símuni, ið hevur spælt sera væl í seinastuni, men eisini hjá OB, nú endaspælið í Alka Superligaini byrjar.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











