Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Eitt av heimsins bakbeistum fingið linan dóm hóast m.a. hópdráp

Andøvsløtan | 23/02-2020 17:00

Forsetin í afrikanska landinum Sudan tey 30 árini síðan 1989 er júst dømdur fyri mutur. Omar al-Bashir, nú 75 ára gamal, fekk so linan dóm, at hann næstu 2 árini sleppur at sita í varðhaldi í einum ‘bótarfongsli’ fyri gomul fólk.

Bashir varð frákoyrdur sum forseti í apríl í fjør eftir 30 ár til róðurs í muslimska -arabiska landinum, ákæran ímóti honum var, at hann tók ímóti £ 19 mió (170 mió kr) í reiðum peningi frá saudiska trónarvinginum, Mohammed bin Salman. 

Hesa upphædd sendi saudiski krúnprinsurin al-Bashir í privata flogfari sínum fyri at hava latið Saudi Arabia brúkt part av tí fruktabæru jørðini í Sudan til at velta saudum mat. Ímeðan saudiar ótu seg mettar, svøltaðu sudanar.

Men Omar al-Bashir sleppur neyvan so lætt. Hetta rættarmálið og dómurin munu bert vera fyrsta akt í longri leiki. Rætturin í Khartoum fer skjótt undir at viðgera ákærur ímóti al-Bashir fyri hansara leiklut í hernaðarkvettinum í 1989 ímóti sudansku stjórnini, tá nógv fólk doyðu.

Eisini bíða ákærur móti falna forsetanum fyri at hava givið boð at skjóta inn í mótmælisgongur í fjør, tá 1000-tals sudanar kravdu 75 ára gamla forsetan frá.

Sum um tað ikki er nóg mikið. Altjóða dómstólurin í Haag í Hollandi hevur kravt al-Bashir útflýggjaðan fyri krígsbrotsverk og brot móti mannaættini, ringast tá hann skipaði fyri ræðuleikunum í Darfur vestaliga í Sudan, tá ótald 1000 fólk lótu lív í stórum hungurslegum serliga í 2003.

Men herovastarnir í Sudan, sum koyrdu al-Bashir frá og tóku valdið í einum hernarkvetti í fjør, hava higartil ikki látist um vón og sýtt fyri at handa farna forsetan yvir til altjóða dómstólin í Haag, sum ivaleyst hevði dømt hann hart.

Sudan er risa stórt land, í vídd sum Grønland, smáar 2 mió km2  við 40 mió íbúgvum. Fólkið er dustfækt, miðal ársinntøkan bert 6.000 kr, t.e. 16 kr um dagin í miðal (móti 170 mió kr hjá forsetanum). Muslimskt pesthol fyri vist.

Til fyri 8 árum síðan umfataði Sudan eisini Suðursudan, ið síðan hevur fingið sjálvstýri eftir borgarakríggj móti muslimsku arabunum fyri norðan.

Suðursudan er 600.000 km2 til víddar við 11 mió íbúgvum. Har finst nógv olja, sum ymsir ættarbólkar hava kríggjast um í nýggjum borgarakríggi við stórum mannfalli og lítlari vón um, at nakað gott spyrst burturúr fyri fólkið.

 


Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi