Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bíblian, ið kundi kostað lív.

Átrúnaður | 25/02-2020 08:30

Tá ið 12 ára gamla Kim Sang-Hwa fann eina bók, sum er bannað í Norðurkorea, heima hjá teimum, stóð hon í eini sera álvarsamari tvístøðu. Skuldi hon melda foreldrini, ella skuldi hon lurta eftir tí, ið tey søgdu, og halda familjuloyndarmálið fyri seg sjálva?

“Um nakar fær frænir av, at vit hava hesa bók heima hjá okkum, verða vit fongslað ella dripin.”

“Á, nei! Nú eru vit deyðadømd!”
Mest sum av tilvild, hevði Kim Sang-Hwa funnið eina gamla bók, meðan hon var einsamøll inni. Hon opnaði bókina og helt tað, hon læs, vera gamalt og hugfarsligt, inntil hon fann út av, hvat tað var, hon læs. “Satt at siga læs eg bara fyrstu linju í bókini: Í upphavi skapti Gud himmal og jørð. Men eg visti beinanvegin, at hetta var ein bannað bók, tí í skúlanum høvdu vit havt um menningarlæruna, og eg visti eisini, at í Norðurkorea var bert loyvt at tilbiðja landsins leiðara og hansara nærmastu skyldfólk. Tað rann kalt niður eftir bakinum, og eg gjørdist sera bangin,” sigur hon.

“Eg visti, at um nakar fekk frænir av hesi bók í heimi okkara, so vórðu vit øll fongslað ella dripin. So við piprandi hondum skundaði eg mær at goyma bókina aftur, meðan eg hugdi burtur.”

Bíðan í óvissu
“Eg visti bara ikki, hvat eg skuldi. Um eg skuldi fara til politiið ella kanska til læraran. So eg gjørdi einki í fleiri vikur.

Men hvørt kvøld, eg var saman við foreldrum mínum, varð eg mint á ta ólógligu bókina. Eg hataði hetta. Eg var sannførd um, at tað var liðugt við okkara familju. Vit fóru øll at verða dripin.”

Bønarsvar
Til endans valdi Kim Sing-Hwa at ganga ímóti myndugleikum landsins og fór til foreldrini. “Tá fekk pápi møguleika at siga mær frá Jesusi. Henda møguleika hevði hann biðið eftir í 5 ár. So hetta var eitt bønarsvar,” sigur hon smílandi. “Hann segði mær um Guds æviga kærleika, og eg avgjørdi har, at taka ímóti Jesusi, fylgja honum, at liva í trúgv og seta alt í váða – eins og míni foreldur. Í Jesusi fann eg kærleika, ljós og vón, men setti meg sjálva í stóran vanda,” staðfesti hon.

Ein loynilig kirkja
Tá ið Kim Sang-Hwa gjørdist kristin, opnaðist ein nýggjur heimur fyri henni: tann norðurkoreanska undirgrundarkirkjan/-samkoman. Ein loynilig kirkja við 200.000-400.000 limum, har í tíggjutúsundtals júst nú sita í fangalegum, sum minna ikki sørt um kz-legurnar hjá nazistunum.

Hetta er eyðsæð eitt undur, at henda undirgrundarkirkja yvirhøvur er til. Haraftrat er at siga, at henda samkoma bæði trívist og veksur. Ein orsøk til hetta er heilt víst tær bønir og tann ítøkiliga hjálp, sum kristin úr øllum heiminum ár um ár senda teim norðurkoreansku trúgvandi.
Hjálpin heldur rætt og slætt lív í undirgrundarkirkjuni. Síðani 1990’ini eru tvær -tríggjar milliónir av norðurkoreanarum deyðir í hungri ella av sjúkum í samband við hungur. Men hvørt ár veitir ein felagsskapur sum Open Doors hjálp gjøgnum loynilig netverk 60.000 kristnum norðurkoreanarum við mati, heilivági og klæðum.

Har tvey ella trý eru savnað...
Í dag er Kim Sang-Hwa flýggjað úr Norðurkorea, og hon leggur dent á, at norðurkoreansk kristin, hóast hjálp frá útlendskum kristnum, heilt eru bundin at Gudi. Bert Gud kann geva teimum styrki at halda út til ikki at falla í fátt dag út og dag inn, ár eftir ár.

Sum kristin í loyndum nyttar tað nevniliga als ikki at ganga runt ræðslusligin, tí møguleikin at verða uppdagaður og tikin er alla tíð og allastaðni tilstaðar. Í Norðurkorea gevur tað tí meining at umskriva eitt kent bíbliubrot til: Har tvey ella trý eru savnað í Jesu navni... er altíð ein njósnari hjástaddur.
 
Kelda: Open Doors Føroyar  facebook.com/ODFOROYAR

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi