Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hevur tú gloymt tíni lyfti til havnaborgarar, Annika Olsen?

Innanlands, Politikkur | 25/02-2020 11:00

Hevur borgarstjórin longu gloymt lyftini um, at finna eina virðiliga loysn á málinum um byggingina undir Kongavarða? Tað skriva Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða til fjølmiðlarnir í dag. 

Eftir at nærum 700 havnaborgarar í august í fjør mótmæltu ætlanini um byggingina undir Kongavarða, lovaði borgarstjórin, Annika Olsen, at her fór at verða funnin ein virðilig loysn, har vavið á byggingini bleiv minkað og ein væl størri partur av økinum verður lagdur út sum frí- og felagsøki fyri alt bústaðarøkið undir Kongavarða.

Men her tykist borgarstjórin at hava gloymt síni lyftir. Graviloyvið er givið og bygt verður á eins nógvum fermetrum sum áður. Frí- og felagsøki eru enn sum áður at kalla ikki partur av verkætlanini. Og hóast talið á íbúðum í fyrstu atløgu er skorið niður í 48 er einki í byggiloyvinum, ið forðar byggiharranum at byggja fleiri hæddir og íbúðareindir seinni. Tað skriva Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða. 

7. februar í ár gav Tórshavnar Kommuna endaligt graviloyvi til byggiharran MARK, sum nú fer undir at byggja tríggjar samanstúvaðar blokkar á einum lítlum øki undir Kongavarða, ið upprunaliga var ætlað til 30 dygdargóðar íbúðir.

Tórshavnar Kommuna valdi at ganga burtur frá síni egnu heildarætlan og gekk ímóti staðiligu tilráðingini frá egnu umsiting síni tá tað seldi einum privatum byggiharra lendið fyri undirprís uttan nevndiverd krøv til dygd ella leiguprís. Einki forðar byggiharranum fyri at selja lendið aftur til fullan marknarprís tá modulbygdu blokkarnir eru reistir.  

Kommunala eftirlitið ikki fingið kommununa at slaka
Kommunala Eftirlitið hevur síðan avgerðin varð tikin, staðfest, at kommunan hevur selt einum privatum byggiharra lendið fyri ein prís, sum helst var undir marknaðarvirðið á lendinum. Men hetta hevur ikki fingið Tórshavnar Kommunu at slaka.

Tá kommunan soleiðis letur lendið til ein privatan byggiharra fyri undirprís, so kundi hugsast at krøv vóru sett til byggingina um at leiguprísurin skal vera rímiligur og at dygdin livir upp til nútíðar krøv um dygdargóða íbúðarbygging. Tað kundi eisini hugsast at at privati byggiharrin, sum at kalla hevur fingið lendið í gávu, ikki uttan víðari kann selja lendið til triðjapart fyri marknaðarprís. Men so er ikki.

Byggingin tekur ikki atlit til ferðslu, trivnað, spæli- og fríøkir hjá børnum, grannar og grundleggjandi byggilist er skúgvað til viks.

Lendið kann seljast fyri fleirfalt keypsprís
Modul bygdu blokkarnir skulu eftir ætlan veitast av donsku fyritøkuni ABC Pavilloner A/S, sum fæst við at gera fyribils skúrar og barakkir til handverkarar. Fyritøkan bjóðar nú seg eisini fram at seta hesar upp sum varandi íbúðir, eyðsæð á plássum har byggimyndugleikin hevur fá ella eingi krøv til dygd, estetik og trivnað.

Ein slíkan byggimyndugleika hevur danska fyritøkan saman við føroyska byggiharranum funnið í býráðsmeirilutanum í Tórshavnar Kommunu.

Tá ið barakkbýlingurin undir Kongavarða er settur upp, kann byggiharrin selja hetta sama grundøkið fyri fullan marknaðarprís, ið helst er einar tíggju ferðir hægri enn útveganarprísurin, um hugt verður eftir hvat onnur byggilendi undir Kongavarða eru seld fyri, eitt nú tá Tórshavnar Kommuna hevur verið seljari.

Ørkymlaðir borgarar
Fyri at fremja hesa øðrvitisverkætlan hevur Tórshavnar Kommuna við Anniku Olsen, borgarstjóra og Marini Katrinu Frýdal, forkvinnu í Byggi- og Býarskipanarnevndini á odda, lagt nógv fyri. Kommunan er gingin burtur frá heildarætlanini fyri økið undir Kongavarða har ætlannin var at byggja 30 dygdaríbúðir í sama stíli sum verandi bygging, og avgerðin varð skundað so nógv ígjøgnum, at tíð var ikki til at kunna grannarnar fyrr enn eftir at avgerðin var tikin á býráðsfundi.

Við einari handavending seldi kommunan 10.500m2 stóra økið til undirprís fyri 157 krónur fyri fermeturin til ein privatan byggiharra uttan nevniverd krøv.

Hví privati byggiharrin skuldi fáa lendið í gávu frá býráðsmeirilutanum fyri 157 krónur fermeturin, og hví kommunan var so altráð eftir loypa frá síni egnu heildarætlan fyri økið og lata privata byggiharran seta treytirnar undrar og ørkymlar borgarar ið búgva undir Kongavarða almikið. Tað skrivar Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða. 

Hevur tú gloymt tíni lyftir, Annika Olsen? Hvørjum arbeiðir Tórshavnar Býráð í veruleikanum fyri í hesum máli? Arbeiðir býráðið fyri borgararnar í kommununi ella fyri privatan byggiharra? Skriva Eigarafeløgini at enda. 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi